Aron er aftur í Runavík

Eftir eitt ár í B36 er Aron Knudsen aftur í NSÍ

Jóannes Hansen
15. mars 2024 kl. 22:14

NSÍ hevur í dag skrivað undir eitt ára sáttmála við Aron Knudsen, ið samstundis er loystur úr tvey ára sáttmálanum, sum hann í fjør undirskrivaði við B36.

Í fjør var Aron Knudsen á B36 liðnum í 26 landskappingardystum. Í 14 varð hann skiftur inn, og í 9 varð hann skiftur út. Aron skoraði tvey mál fyri B36 í bestu landskappingini í fjør.

NSÍ skrivar soleiðis:

Aron Knudsen hevur í dag skrivað ein eitt ára sáttmála við NSÍ. 

Hann kemur sostatt aftur at umboða barndómsfelagið. 

Vit í NSÍ bjóða Aroni vælkomnum heim, og fegnast um, at hann aftur kemur at spæla fyri Vespunum við Løkin.

Saman standa vit sterk!