Árni skoraði merkisvert mál

Hóast hann er føroyskur toppskjútti í europeiskum kappingum við 12 málum, so var málið hjá honum í kvøld tað fyrsta í aðrari kapping enn meistarakappingini

Jóannes Hansen
22. august 2024 kl. 22:33

Tað var vónbrot hjá KÍ á Tórsvølli í kvøld, tá ið finska HJK Helsinki javnaði til 2-2. Hetta var, tá ið stóripinnur næstan hevði verið fimm ferðir eyka runt. Málskjútti av brotsteigarmarkinum var Lee Erwin úr Skotlandi, sum eisini var málskjútti, tá ið HJK Helsinki eftir lítið korter legði gestirnar á odda. Tá var verjuspælið hjá KÍ ikki so sannførandi.

Hóast René Shaki Joensen sá reytt átta minuttir undan steðginum, so var KÍ leikliga omaná mesta partin av tíðini, og KÍ vann seg til væl fleiri málmøguleikar enn gestirnir.

Árni Frederiksberg javnaði við brotssparki tíggju minuttir eftir steðgin. Hetta var 12. ferðin, at Árni var málskjútti í europeiskari kapping, og hetta var fyrsta ferðin, at hann skoraði í aðrari kapping enn Champions League.

Fleiri orsøkir eru til, at Árni ikki hevur skorað í øðrum kappingum. Í fjør hevði hann møguleikar í bæði Europa League og Conference League, uttan at tað eydnaðist at skora mál. Tá ið KÍ í 2021 og 2022 luttók í Conference League, sat Árni Frederiksberg fyri tað mesta á beinkinum.

Hallur Hansson legði eftir stóran tíma KÍ á odda 2-1. Tað var eftir langt innkast frá Árna Frederiksberg úr vinstru.

KÍ hevði spæl og møguleikar undan vindinum at økja um leiðsluna, men so var tað í síðsta minutti, at HJK Helsinki javnaði til 2-2.

-Hugburðurin og avrikið í kvøld er staðfesting av, at vit hava møguleika at vinna okkum í bólkaspælið, tá ið vit um eina viku fara at spæla í Helsingfors, sigur KÍ venjarin Espen Haug í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvapinum.

 

 KÍ – HJK Helsinki 2-2 (0-1)

0-1: Lee Erwin 14.

1-1: Árni Frederiksberg br 55.

2-1: Hallur Hansson 63.

2-2: Lee Erwin 93.

Dómarakvartett úr Belgia: Lawrence Visser, Rien Vanyzere, Thibaud Nijssen og Simon Bourdeaud'hui (4. dómari)

KÍ: Mark F. Jensen – René Shaki Joensen, Céderic Yambéré, Alexander Berntsson – Jóannes K. Danielsen, Hallur Hansson, Albert Ejupi (Mads Bo Mikkelsen, 82.), Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð (Joseph Michael Williams, 70.), Kristoffer Ødemarksbakken (Pætur J. Petersen, 82.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Jonn Johannesen, Dan í Soylu, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Ahmed Latif

Gult kort: René Shaki Joensen, Páll A. Klettskarð, Hallur Hansson, Kristoffer Ødemarksbakken,  

Reytt kort: René Shaki Joensen 38. (2 gul)

Venjari: Espen Haug (sá gula kortið)