Árni Olsen heldur fram sum formaður í Ferðavinnufelagnum
Aðalfundur var í Ferðavinnufelagnum fríggjadagin 22. september í Vinnuhúsinum
Ragnar Sjúrðarson
25. september 2023 kl. 16:52
Sakaris Frederiksen og Hans Jákup Kollslíð stóðu fyri vali og teir vóru báðir afturvaldir.
Tiltakslimurin Mimmy Vágsheyg var eisini afturvald.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan, við Árna Olsen sum formanni.
Nevndini eru sostatt:
Árni Olsen, formaður
Henny á Líknargøtu, næstformaður
Hans Jákup Kollslíð
Sakaris Frederiksen
Jenny í Heiðunum
Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur
Endamál felagsins er at savna allar ferðavinnufyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at ferðavinnan vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.