Ongi úrslit

Árni: Øll málini vórðu skorað eftir leistinum vit hava vant í vikuni

Tað økti um sjálvsálitið, at teir vóru ótryggir á bóltinum, og fyrsta málið birti av álvara undir spæligleðina

Jonhard Hammer
15 tímar síðan

Føroyar skrivaðu í kvøld fótbóltssøgu, tá ið tað endaði við 4-0 heimasigri ímóti Montenegro. Hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar skora fýra mál í undankappingardysti, og hetta er fyrsta ferðin, at Føroyar vinna 4-0.

-Skansin og 12. maður høvdu avgerandi týdning í kvøld, og um tað savnast 4000 sunnudagin, tá ið vit fara at spæla ímóti Kekkia, so fer tað heilt víst at hjálpa okkum í royndini at vinna gott úr, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari í samrøðu við Dimmalætting.

Árni Frederiksberg stórfegnast saman við venjaranum, tá ið vit eftir dystin hitta teir:

-Í kvøld gekk alt upp í hægri eind, og eg var øgiliga móður, tá ið eg fór av vøllinum. Men tað er eingin ivi í, at eg veri klárur sunnudagin, um Eyðun hevur brúk fyri mær, um tað so verður millum teir fyrstu ellivu ella sum skiftisspælari, sigur Árni Frederiksberg.

Hvussu megnar tú hetta, tá ið tú í gerandisdegnum eru upptikin av stjórastarvi í stórum vikri?

-Hesa vikuna hevur fokus verið á fótbóltinum, og tað hevur verið hugaligt at venja og í kvøld varð ikki hugsað um annað enn hetta fína upplivilsið, sigur Árni Frederiksberg.

Heilt stóri maðurin í fínum liðavriki á Tórsvølli í kvøld var Árni Frederiksberg. 33 ára gamli KÍ spælarin legði upp til tvey mál, sum Hanus Sørensen skoraði, og hann skoraði tvey mál við deyðbóltum. Tað fyrra til 2-0 við frísparki úr spískum í høgru, og tá ið hann staðfesti 4-0 sigurin, var tað við brotssparki, sum innskifti Jóan Símun Edmundsson vann.

-Hetta var framúr hugaligt, og avrikið var so framúr. Vit kendu heilt tíðliga, at mótstøðumenninir ikki vóru heilt álvuligir við støðuna og umstøðurnar, tí teir vóru ótryggir í avspælinum. Og so var tað sera hugaligt, at vit skoraðu fýra mál, og at tað var eftir leistinum, sum vit í vikuni aftur og aftur hava vant, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við Trónd Arge í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.

Eyðun Klakstein landsliðsvenjari skrivaði søgu í kvøld:

-Hetta kennist vera søtur sigur. Vit hava víst fleiri fín avrik, og vit hava verið tætt við, og í kvøld gekk tað upp í hægri eind. Spælararnir eiga alt rós uppiborið, og tað einasta, sum eg harmist um, er, at tað ikki bar til at skifta enn fleiri spælarar inn á vøllin fyri at vera við í hesum framúr avrikinum og úrslitinum, sigur landsliðsvenjarin.

Og hvussu verður nú?

-Í kvøld fara vit aftur á gistingarhúsið og hugna okkum. Eftir venjing fyrrapartin í morgin fara spælararnir til hús, og tá ið vit savnast aftur eftir døgurða leygardagin, fara vit at hava fokus á Kekkia dystinum, sum verður sunnukvøldið. Og tá ætla vit okkum at vinna stig og í hvussu so er at røkka 10 stigum, sigur sinniligi og dámligi venjarin.

Føroyar – Montenegro 4-0 (2-0)

1-0: Hanus Sørensen 16.

2-0: Árni Frederiksberg 36.

3-0: Hanus Sørensen 56.

4-0: Árni Frederiksberg br 72.

Dómari úr Spania:

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen (Jann J. Benjaminsen, 82.), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg (Petur Knudsen, 76.), Brandur H. Olsen (Géza Dávid Turi, 68.), Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen (Adrian Justinussen, 76.) – Meinhard E. Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 68.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Svensson, Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð, Páll A. Klettskarð

Venjari: Eyðun Klakstein

Hjálparvenjari: Atli Gregersen

 

Mest lisið hesa vikuna

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

20 tímar síðan

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Leiguíbúðir verða bygdar á Argjum og í Klaksvík

5. oktober kl. 14:39