Árni M. Dam og Marner Joensen vunnu FM fyri veteranar

Bridge: Føroyameistarakappingin fyri veteranar varð leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 5. oktobur 2024.

Føroya Bridgesamband
6. oktober 2024 kl. 23:35

Sum heitið ber boð, er kappingin ætlað spælarum, ið hava nátt ein ávísan aldur, og varð treytin fyri at luttaka í kappingini at spæarar vóru føddir í 1961 ella áðrenn.

 

10 pør luttóku í kappingini og leikt vóru 9 umfør á 5 spøl og sostatt 45 spøl í alt. 

 

Fyrstu 3 umførini leikaði lutfallsliga javnt á og vóru einans 8 stig á muni millum sjey tey fremstu pørini, har ávikavist Marjun Restorff & Mads Guttesen og Árni M. Dam & Marner Joensen lógu í oddinum. Sum kappingin leið gjørdu eisini onnur pør seg galdandi, eitt nú Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen, Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen og Henriette Svenstrup & Jórun Johannesen.

 

Tá leið móti endanum vóru tað serliga Árni M. Dam & Marner Joensen og Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen ið dystaðust um oddasessin, og endaliga úrslitið gjørdist at Árni M. Dam & Marner Joensen vunnu kappingina við 218,5 stigum meðan Carl Mikkelsen & Arnbjørn Sivertsen vunnu sær annaðplássið við 212,5 stigum. Triðjaplássið vunnu Jákup Hjaltalin & Hans Jacob Petersen sær við 180,0 stigum.

 

Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

 

  1. Árni M. Dam – Marner Joensen                218,5 stig

  2. Carl Mikkelsen – Arnbjørn Sivertsen                     212,5 stig

  3. Jákup Hjaltalin – Hans Jacob Petersen                180,0 stig

  4. Marjun Restorff – Mads Guttesen                          179,8 stig

  5. Henriette Svenstrup – Jórun Johannesen              179,3 stig

  6. Valborg Rasmussen – Jón Rasmussen                 170,5 stig

  7. Annika Olsen – Justinus Olsen                170,3 stig

  8. Oddmar Danielsen – Ingibjørg Dam Hansen     168,8 stig

  9. Salomon Johansen – Zakaris Joensen                  163,5 stig

  10. Danny Danielsen – Tordis Johannesen                 157,0 stig

 

Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða kapping.

 

Komandi kappingin hjá Føroya Bridgesambandi er FM-kappingin fyri blandað pør, ið verður leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 2. novembur 2024. Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna www.bridge.fo