Árni gjørdi ársins mál í 2021

Við 60 prosentum av atkvøðunum vann Árni Frederiksberg úr KÍ heiðurin, at hava skorað ársins mál 2021 í Betri Deildini hjá monnum. Tað gjørdi hann móti HB tann 28. apríl, tá hann langt inni í yvirtíðini javnaði til 2-2 við Djúpumýru í Klaksvík

Sigurjón Einarsson
1. januar 2022 kl. 11:50

Árni Frederiksberg úr KÍ, sum fyrr í mánaðinum bleiv kosin ársins spælari hjá monnum, hevur eisini skorað ársins mál 2021 í Betri Deildini hjá monnum.

Málið bleiv skorað við Djúpumýru í Klaksvík mikukvøldið 28. apríl móti HB, tá Árni Frederiksberg við beinleiðis frísparki í yvirtíðini javnaði til 2-2.

Tað er Televarpið, ið hevur staðið fyri atkvøðugreiðsluni, og tá talt varð saman, hevði Árni Frederiksberg fingið umleið 60 prosent av teimum væl omanfyri túsund atkvøðunum.

Umframt heiðurin, fekk Árni eisini eina minnisplátu við áskriftini um, at hann skoraði ársins mál 2021 í Betri Deildini hjá monnum, og eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá EFFO.

Tilsamans vórðu 490 mál skoraði í fremstu deildini hjá monnum farna kappingarár.

Til samanberingar vórðu 466 mál skorað í kappingarárinum 2020 og 435 mál í kappingarárinum 2019.

Málið sæst her:

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo