Hóskvøldið fer KÍ at spæla í Bosnia Hersegovina. Setningurin er at vinna samantaldan sigur ímóti FK Borac Banja Luka. Í fyrrra dystinum vann KÍ síðsta hóskvøld 2-1 á Tórsvølli.
Í kvøld er tað staðfest, hvørjum KÍ fer at spæla ímóti, um tað hóskvøldið eydnast at vinna ella spæla javnt í Bosnia.
UEFA lutakastið lagaði seg soleiðis, at vinnarin av dystinum millum KÍ og FK Borac Banja skuldi spæla ímóti taparanum millum FC Midtjylland og Ferencvaros úr Ungarn. Hesi bæði feløgini spældu í kvøld seinna dystin í Charmpions League í Budapest. FCM vann fyrra dystin 2-0, og í kvøld endaði tað 1-1. Sostatt er FCM samantaldur vinnari, sum fer at halda fram í Champions League. Tað verður ímóti Slavia Bratislava, at FCM fer at spæla um pláss í bólkaspælinum í Champions League.
Um tað eydnast KÍ at vinna samantalt ímóti FK Borac Banja Luka, so verður næsta mótstøðuliðið Ferencvaros úr Ungarn, og tá verður málið at vinna seg í bólkaspæl í Europa League. Samantaldur sigur ímóti bosniska liðnum ber trygd við sær fyri bólkaspæli. Tað verður í Europa League ella Europa Conference League.
KÍ eigur góð minni frá Ferencvaros og Budapest. Í fjør endaði tað fyrst við málleysum javnleiki í Klaksvík, áðrenn KÍ við 3-0 sigri í Budapest vann seg víðari í Champions League. Tað var tað ferðina, 19. juli í fjør, at Árni Frederiksberg beinanvegin og við brotssparki legði KÍ á odda. Tá ið stórur hálvur tími var farin, økti hann um munin til 2-0, og so var tað lítla løtu undan steðginum, at Árni Frederiksberg átti uppleggið, tá ið Luc Kassi staðfesti 3-0 sigurin.
Ferðalagið úr Klaksvík fór mánadagin til Bosnia Hersogovina. Bæði mánadagin og í dag hevur venjing verið á skrá, og í annaðkvøld verður venjing á dystarvøllinum í Gradski. Fyrsta bríksl verður hóskvøldið klokkan 20 føroyska tíð.
Tað fer at bera til at fylgja við í sjónvarpsrásini hjá KÍ hóskvøldið klokkan 20, tá ið dysturin ímóti FK Borac Banja Luka á Gradski dystarvøllinum í Bosnia Hersegovina