Sum hann var tað fleiri ferðir í fjør, so var Árni Frederiksberg høvuðsleikarin, tá ið KÍ í kvøld vann 2-0 í góðveðrinum í Klaksvík ímóti FC Differdange úr Luksemborg. Í fjør skoraði Árni seks mál í Champions League, og nú hevur hann í átta dystum í fínastu europeisku kappingini fyri lið skorað átta mál.
Tvífaldi málskjúttin fegnast um 2-0 sigurin, nú dysturin ímóti meistaraliðnum úr Luksemborg er hálvrunnin. Um eina viku fæst at síggja í Luksemborg, hvør verður samantaldur vinnari.
Árni Frederiksberg legði KÍ á odda eftir stórar tíggju minuttir, tá ið hann eftir tolið uppspæl rann inn úr høgru, og tá ið hann hevði fingið bóltin fyri føturnar, sneiddi hann framvið tveimum, áðrenn hann av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin í málið.
Í seinna førinum vann hann í brotsteiginum í vinstru brotsspark, sum hann sjálvur umsetti til mál, tá ið vanliga leiktíðin í fyrra hálvleiki var gott og væl farin.
Tvífaldi málskjúttin fegnast um sigurin, men hann heldur ikki, at KÍ í kvøld avrikaði av tí besta:
-Vit vardu soleiðis, sum vit gjørdu í europeisku dystunum í fjør. Teir høvdu tveir ella tríggjar møguleikar, og Mark F. Jensen var stinnur millum stólparnar. Uppspælið hjá okkum var ikki so gott. Tað var stirvið og ikki eyðkent av stórum hugflogi, og talan var um fleiri mistøk. Vit hava gott mót um, at møguleiki er at vinna samantaldan sigur, hóast vit eru greiðir yvir, at talan verður um hart arbeiði og nógv stríð. Hópurin er breiðari nú, enn hann hevur verið, og vit eiga meiri í okkum, enn vit vístu í framrættaða spælinum í kvøld, sigur Árni Frederiksberg í samrøðu við Rúna á Reynatrøð í FM1 útvarpinum, og hann heldur fram:
-Hetta liðið kann ikki sammetast við tey, sum vit í fjør sendu úr kappingini, eftir at tað varð endað javnt í Klaksvík. Men vit mugu arbeiða hart í 90 minuttir, og so vóna, at tað fer at eydnast at vinna okkum víðari.
KÍ – FC Differdange 2-0 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg 12.
2-0: Árni Frederiksberg br 45.+4
Dómari: David Munro úr Skotlandi
KÍ: Mark F. Jensen – Claes Philip Kronberg, Céderic Yamberé (Odmar Færø, 82.), Alexander Berntsson, Børge Petersen, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic (Dan í Soylu, 54.), Albert Ejupi (René Shaki Joensen, 82.), Joseph Michael Williams (Pætur J. Petersen, 68.) – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ari í Haraldstovu Petersen, Dávid B. Andreasen, Heini Vatnsdal, Ahmed Latif, Kristoffer Ødemarksbakken
Gult kort: Børge Petersen, Deni Pavlovic
Venjari: Espen Haug