Árligi rørsludagurin hjá dagstovnunum

Endamálið við átakinum er at menna og stimbra hugin til spæl og rørslur

klaksvík.fo
5. november 2024 kl. 15:19

Fyrrapartin í dag vóru allir dagstovnar í kommununi savnaðir í Badmintonhøllini, tá ið dagstovnaøkið skipaði fyri rørsludegi. Endamálið við átakinum er at menna og stimbra hugin til spæl og rørslur. Í høllini kundu børnini royna ymisk spøl, sum á ymsikan hátt skuldu stimbra undir hugin at røra seg og brúka sansirnar.

Talan er um eitt efturvendandi átalk, sum leiðslan á dagstovnaøkinum skipar fyri.