Árliga lestrargongan var í gjár

Afturvendandi tiltakið fyri føroysk lesandi var í Pumpehuset í Keypmannahavn í gjár

Mynd: Føroya Banki
Ragnar Sjúrðarson
22. september 2024 kl. 12:01

Lestrargongan er eitt árligt tiltak fyri føroyingar í Danmark undir hægri lesnaði, supplering ella í læru, ið hevur til endamáls at samansjóða føroysk lesandi, bæði innan sína útbúgvingargrein og sum heild.

Hetta var sjeyndu ferð at vælumtókta tiltakið varð hildið.

Dyrnar fyri teimum 500 lesandi, ið høvdu ognað sær atgongumerki, lótu upp longu klokkan 14.00, har møguligt var at hitta umboð frá Sveiggj, Føroya Banka, Elektron, Articon, Varðanum Pelagic og Effo, ið stuðlaðu ársins lestrargongu. Eisini var møguligt at keypa sær okkurt í barrini, mingla og luttaka í ymiskum kappingum. 

Tá klokkan var farin av 16.00, ráddi um at finna sín bólk, áðrenn barrgrulvingin byrjaði klokkan 17.00. Lestrarfeløgini, ið vóru umboðaði eru:

SVÍN - Samfelagsvísind í nærumhvørvinum

FLÚS - Farmacilesandi Útisetar á Slættanum

 FÚL – Føroyskir Útisetar á Løgfrøði

 LÍK – Læknalesandi í Keypmannahavn

 MFS – Meginfelag Føroyskra Studenta

 PLÍK - Professiónslesandi í Keypmannahavn

 Samvinnan – Føroyingar á CBS

 SÁL – Føroysk Sálarfrøðilesandi

 VÁS – Verkfrøðingar á Slættanum

 NáK - Náttúruvísindalesandi í Keypmannahavn

Á gonguni  ferðaðust tey lesandi frá barr til barr við sínum bólki, ið var av lesandi undir somu ella líknandi útbúgving, og hitti aðrar bólkar á leiðini.  Soleiðis hittu verkfrøðingarnir til dømis løgfrøðilesandi á síni leið.

Barrgrulvingin var liðug klokkan 22:00 og klokkan 23.15 hevði Frændur, sambært tiltakinum, sína allar seinastu konsert.

Sum tað seinasta á skránni, framførdi ungi bólkurin Velour nøkur av kendastu føroysku og altjóða hittunum.

Mynd: ArticonMynd: Sveiggj