"Plastikk er alla staðni í Arktis og í Svalbard-umráðnum. Mikroplastið er tað, vit eru mest stúrin um, og tað finna vit nógva staðni. Serliga nógv í havísi", sigur Ingeborg G. Hallanger, granskari á Polarinstitut, við forskning.no.
Plastikk verður ikki niðurbrotið, men verður fragmenterað til mikroplast úti í natúruni. Talan er um plastpettir, sum eru minni enn fimm millimetrar. Mikroplast finnist í øllum frá reinførisvørum til tilevnaðum klæðum.
Men hvørja ávirkan hevur plastikkið á djóralívið?
"Okkum vantar vitan um, hvørja ávirkan hetta hevur á djórini. Her má meira gransking til. Men vit vita, at so mikið sum 90 prosent av sjófugli hava plast í maganum. Meira enn 22 prosent av havhestum hava meira enn 0,1 gramm av plastikki í maganum", sigur Hallanger.
0,1 gramm er eitt økologiskt góðskumark, sum OSPAR-konventiónin hevur sett. OSPAR-konventiónin varð stovnað við tí fyri eyga at verja djór og plantur í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Sambært teimum, eiga færri enn 10 prosent av havhestum at hava minni enn 0,1 gramm av plasti í maganum.
"Vit vita, at djór hava trupult við at skilja ímillum plast og mat, og tí eta tey plastið. Hetta kann hava við sær, at djórini fáa skaðar innvortis. Vit síggja eisini, at djór sita føst í plasti, sum er tveitt út í natúruna; eitt nú fiskigarn og aðrar plastrestir", sigur Ingeborg G. Hallanger.
Plastið verður rikið úr øllum ættum til Arktis við sjó- og vindstreymi. Tó stavar nógv av plastavfallinum har norðuri í Arktis frá virksemi á sjónum.
"Í norðrara partinum av Arktis eru fiskaídnaður og skipsferðsla stórar keldur til plastdálkingina", sigur Hallanger.
Nógv bendir á, at plastnýtslan økist alsamt.
Mett verður, at umleið 194 pettir av skrelli eru fyri hvønn ferkilometur. Samlaða vektin verður mett at vera 79.000 tons, har sum mest av plasti er. Í 2015 varð altjóða plastframleiðslan 322 mió. tons, og hon veksur við fýra prosentum hvørt ár.
Tí eru sannlíkindi fyri, at mongdin av plasti í arktiska økinum vil økjast í framtíðini.
"Ummálið er so stór, og fólk eru byrjað at fata, hvussu stórur hesin trupulleikin er. Til dømis meldaðu 50.000 fólk seg til at rudda strendurnar í fjør. Tað er væl møguligt, at um fá ár er meira plast í havinum enn fiskur, og tí fáa vit møguliga plastið í okkum. Hetta er eitt øki, okkum tørvar nógv meira vitan um", sigur stjórin í Norsk Polarinstitutt, Ole Arve Misund.
Kelda forsking.no