Ongi úrslit

Ari Olsen slitið krossbandið

Nú er enn ein leikari hjá Víkingi blivin skaddur restina av kappingarárinum

Sigurjón Einarsson
28. apríl 2021 kl. 12:37

Bolt.fo skrivar:

Tað var í dystinum móti KÍ, at fyrrverandi U21-landsliðsleikarin, Ari Olsen, fór skaddur av vøllinum í 9. minutti.

Nú hevur Ari Olsen fingið keðilig boð. Ari váttar fyri bolt.fo, at krossbandið er slitið, og tað merkir, at høgri bakkurin spælir ikki aftur hetta kappingarárið.

- Eg gjørdi eitt lítið lop, og tá eg lendi, so føldi eg, at okkurt fór í knænum, sigur Ari Olsen við bolt.fo.

Hetta er annar leikarin hjá Víkingi (Finnur Justinussen er hin), sum slítur krossbandið hetta kappingarárið, báðir á vøllinum í Sarpugerði í landskappingardystum fyrsta hálva tíman.

Mest lisið hesa vikuna

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

26. mars kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

26. mars kl. 17:01

ABC fara til samráðingar í morgin

29. mars kl. 11:05

Steinaði mann í høvdið við stórum steini

Í gjár kl. 08:55