Í kvøld veit AB at siga, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við nýggjan spælara, sum í 2024 fer at eiga heimavøll inni í Víka á Argjum. Talan er um 26 ára gamla vágbingin Ara Krosslá Poulsen.
Ari er ein framherji, sum er uppvaksin í VB og FC Suðuroy. Hann hevur spælt 32 dystir fyri FC Suðuroy og fyrrverandi suðuroyarliðið í Betrideildini, og harafturat hevur hann spælt hópin av dystum fyri FC Suðuroy í 1. deild og 2. deild.
Ari er ein framherji, sum er sterkur, heldur væl upp á bóltin og hevur eitt hart skot. Síðsta hálvárið hevur hann spælt nakrar dystir fyri næstbesta liðið hjá AB í 2. deild, men nú tekur hann stigið upp og skal verða við til at sparka AB upp aftur í Betrideildina.
Vit ynskja Ari Krosslá Poulsen vælkomnum til AB, skrivar AB í kvøld.