Ari hevur nýggjárskonsert

Ari Hammer Joensen spælir sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju

folkakirkjan.fo
15. januar 2025 kl. 17:59

Sunnukvøldið 19. januar kl. 19 verður nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju.

Talan er um eitt afturvendandi tiltak, tí fyrstu ferð hetta varð roynt var í fjør, tá hin ungi og gávaði urguspælarin Ari Hammer Joensen tók stig til hetta tiltak. Hann nemur í hesum árum frálæru innan urguspæl og hevur lisið bæði í Danmark og í Niðurlondum.

Ari Hammer Joensen er fúsur aftur í ár at bjóða fólki til nýggjárskonsert í Hoyvíkar kirkju, og skráin sær soleiðis út:

1. Johann Sebastian Bach (1685 - 1750) - In dir ist Freude BWV 615

2. Charles-Marie Widor (1844 - 1937) - Bach's Memento - Marche du veilleur du nuit

3. Louis Vierne (1870 - 1937) - 24 Pièces de fantaisie: Deuxième Suite Op. 53 (1926)

I. Lamento

II. Sicilienne

III. Hymne au soleil

IV. Feux follets

V. Clair de lune

VI. Toccata

4. Émile Waldteufel (1837-1915) - Les Patineurs (Skoytu valsurin) Arr. Jonathan Scott

5. Johann Strauss I (1804 - 1849) - Radetzkymarsch Arr. Jonathan Scott