Ari er aftur í Vágum

07 Vestur hevur leigað málverjan úr KÍ, sum áður hevur vart málið á Dungasandi

Jonhard Hammer
26. oktober 2024 kl. 18:26

07 Vestur skrivar soleiðis í kvøld:

 

Eftir at hava verið burtur í eitt ár, kunnu vit aftur komandi ár gleðast um, at ein av okkara verður aftur í málinum. Vit hava gjørt leigusáttmála fyri 2025 við KÍ fyri Ari í Haraldsstovu Petersen.

Ari er eitt av heilt stóru talentunum vit hava fostra í 07 Vestur. Hann hevur vart málið hjá U21 landsliðnum, og væntast at verða ein av bestu málmonnum í landinum frameftir.

Tað var tí við sorgblídni at Ari fór til annað felag í fjør. Men gleðin er enn størri at vita, at Ari kemur aftur at spæla í 07 Vestur.

Ari hevur higartil spælt 48 dystir í Betri deildini. Tað er einki at ivast í, at tað fer at leggjast afturat hesum talinum, skrivar 07 Vestur.