Ari átti avgerandi leiklut

Innskifti miðvallarin javnaði til 2-2, og so skoraði hann avgerandi málið við brotssparki

Jonhard Hammer
2. november 2024 kl. 22:08

HB hevur vunnið steypakappingina fyri 30. ferð. Tað er greitt eftir 10. sgtypafinaluna ímóti grannunum í B36.

Hetta var sjeynda ferðin, at HB vann steypafinalu ímóti B36, sum hevur vunnið tríggjar steypafinalur ímóti grannunum í HB.

Úrslitið ber við sær, at B36 ongan leiklut fer at eiga í Europa Cup á sumri í 2025. Um teir í kvøld høvdu vunnið, so høvdu teir tryggjað sær í minsta lagi fýra europeiskar milliónir. Nú verður tað NSÍ, sum saman við HB, KÍ og Víkingi fer at spæla í Europa á sumri í 2025.

B36 hevði kós ímóti steypasigri, inntil tað restaðu seks minuttir.

Inntil tá var B36 frammanfyri 2-1.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru Ási P. Dam og Ari Mohr Jónsson skiftir inn. Tá broyttist spælið. B36 hevði verið omaná, men so var tað HB, sum fekk fatur á spælinum.

Serliga eyðsýndur var Ari Mohr Jónsson, sum var sentralur miðvallari. Tað plagar hann ikki at vera, men hann var ógvuliga væl upplagdur, og seks minuttir undan leikloki var tað hann, sum úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.

So var neyðugt við longdari leiktíð. HB var omaná størsta partin av tíðini, men tað eydnaðist ikki at skora, og so var neyðugt við brotssparkskapping.

Síðsta sparkið av øllum átti Ari Mohr Jónsson, og hann smekkaði bóltin í netið.

B36 – HB 2-2 (1-1) 7-8 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping

0-1: Sam Skytte 2.

1-1: Jann J. Benjaminsen 13.

2-1: Hannes Agnarsson 56.

2-2: Ari Mohr Jónsson 84.

Dómari: Rúni Gaardbo

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Lillo, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Jelle van der Heyden, Anton Søjberg, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Ejvind R. Mouritsen, Noah Mnenéy, Sammy Skytte – Mohamed Samba, Jákup L. Thomsen, Áki D. Samuelsen

Brotssparkskapping

B36 - HB

3-2: Jann J. Benjaminsen

3-3: Viljormur Davidsen

4-3: Andrass Johansen

4-3: Leivur Fossdal Guttesen - Silas Syðsteinsson bjargar

4-3: Símun Sólheim - Teitur Matras Gestsson bjargar

4-4: Mikkel Dahl

4-4: Jelle vad der Heyden - bólturin fer væl omanfyri tvørtræið

4-5: Noah Mnenéy

5-5: Thomas Lillø

5-6: Ari Mohr Jónsson