AB er botnlið, og tað er einki út at geva hjá argjamonnum. Teir hava 10 stig, og fram til B68 og áttanda plássið eru tað fýra stig. Tí er tað neyðugt hjá AB at skava stig saman. Ímóti HB inni í Vika í dag hevði tað komið væl við, um úrtøkan var eitt stig.
Hjá AB er Rógvi Skála tøkur aftur eftir vøddaskaða, sum er orsøkin til, at hann ikki enn hevur verið á besta liðnum í ár. Tóki á Lofti er ivasamur, tí hann er skaddur í lærkrikanum.
Rói Zachariasen var millum stólparnar frá fyrsta bríksli á Eiði, men hann noyddist at gevast í 56. minutti. Tað er skaði í rygginum, sum darvar málverjanum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag.
Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson skaddur í lærinum. Úr HB verður upplýst, at hann verður ikki við í dag. Landsliðið verður úttikið í morgin. Teitur hevur ikki verið á vøllinum síðani 25. juni, og tí er lítið, sum bendir á, at hann nú verður førur fyri at spæla á landsliðnum.
Samuel Johansen Chukwudi er vøddaskaddur, og tað er ivasamt, um Hanus Sørensen verður førur fyri at spæla í dag. Eisini hann er darvaður av vøddaskaða.
HB hevur vunnið fýra teir seinastu landskappingardystirnar, og nú eru tað fimm stig fram til KÍ. AB hevur ikki vunnið stig síðani í ólavsøkuumfarinum, tá ið tað endaði við 3-1 heimasigri ímóti B68.
Fyrr í ár hevur HB á heimavølli vunnið 4-0 og 5-0 ímóti AB.