Arctic Viking er farin avstað aftur

 Jólapakkarnir eru við í Barentshavið

Føroyska Sjómansmissiónin
11. oktober 2024 kl. 18:28

Í farnu viku kom rækjutrolarin Arctic Viking aftur av túri í Barentshavinum. Teir høvdu 370 tons av rækjum, sum vóru landaðar í Klaksvík.

Síðani er skipið riggað um til toskafiskiskap og okkurt smávegis viðlíkahald gjørt.

Kl.23 í gjárkvøldið loystu teir frá bryggju í Klaksvík og kósin sett aftur í Barentshavið. Nú skulu teir fiska tosk í russiska partinum av Barentshavinum.

Esmar Petur Petersen er skipari og 20 mans eru við.

Í gjárkvøldið var sjómanstrúboðarin umborð við jólapakkum frá sjómanskvinnuringunum. Ikki tí, teir vóna at vera aftur, áðrenn kirkjuklokkurnar ringa jólini inn.

Skiparin fekk pakkarnar inn á kamarið. Áðrenn trúboðarin ynskti: “Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!” hevði hann biðið bøn til Guds um signing og varðveitslu yvir skip og manning.

Teimum, og sjófólkunum annars, verður ynskt Guds signing og varðveitslu.