Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í oktober

Hetta er óbroytt samanborið við sama mánað í fjør

hagstova.fo
3 tímar síðan

Arbeiðsloysið var 0,8 prosent í oktober, sum svaraði til 255 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 256 fulltíðararbeiðsleysum.

 Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin. Í oktober vóru 305 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru tríggir færri enn í oktober í fjør. 

 Arbeiðsloysið er minkað hjá kvinnum 

Í oktober vóru 157 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,0 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,7 prosent í oktober, sum er 0,1 prosentstig lægri enn í fjør. Í oktober vóru 98 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum eru 13 færri enn í fjør. 

 Arbeiðsloysið vaksið mest í Vága øki

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í oktober var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki við 0,5 prosentum, sum er tað sama sum í oktober í fjør. Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroyar- og Suðurstreymoyar øki við einum prosenti. Størsti vøkstur samanborið við í fjør var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,5 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør, tá tað var 0,4 prosent. 

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya økiEysturoyar økiNorðstreymoyar økiSuðurstreymoyar økiVága økiSandoyar økiSuðuroyar øki

 Arbeiðsloysið minkað í aldursbólkinum 16-24 ár

Minsta arbeiðsloysið var millum tey 16 til 24 ára gomlu við 0,6 prosentum. Hetta er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Persónar í aldrinum 25 til 34 ár høvdu størsta arbeiðsloysi við 1,3 prosentum í oktober. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við oktober í fjør. 

 Trettan prosent eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í oktober vóru 40 persónar ella 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Níggju persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir í oktober í ár samanborið við í fjør. Størsti bólkur av teimum arbeiðsleysu í oktober høvdu verið arbeiðsleys millum ein og tríggjar mánaðar.