Í apríl í ár var arbeiðsloysið eitt prosent og tað svarar til, at eini 310 fólk eru fulltíðararbeiðsleys. Hetta vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.
Hetta er nakað hægri arbeiðsloysi enn fyri einum ári síðani, tí tað var arbeiðsloysið 0,7 prosent og tað svaraði til 229 arbeiðsleys.
Ein, sum er fulltíðararbeiðsleysur í tølunum er ein, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys ein hálvan mánað hvør, verður tað roknað sum eitt arbeiðsleyst fólk. So tilsamans erru tað 359 fólk, sum eru fulltíðararbeiðsleys í apríl og tað eru 92 fleiri fólk enn í apríl í fjør.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Í apríl vóru 180 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1,1 prosent. Hetta er 0,4 prosentstig hægri enn í sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,9 prosent ella 130 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,1 prosentstig hægri samanborið við apríl í fjør og sostatt eru nakrar fleiri kvinnur arbeiðsleysar nú.