Sum vit skrivaðu í áðni, er arbeiðsloysið í Føroyum kvinkað upp eftur í seinastuni og nú er tað eitt prosent.
Men tað er himmalvíður munur á, hvussu tey ymsu økini kring landið eru rakt av arbeiðsloysi.
Í hesum sambandi er Suðuroyggin framvegis í eini serstøðu, tí í Suðuroy er arbeiðsloysi fleiri ferðir so høgt, sum tað er nakra aðrastaðni í landinum.
Arbeiðsloysið er lægst í Norðoyggjum og á Sandi tí har er tað bara 0,4 prosent. Í Eysturoynni er tað 0.6 prosent, í Vágum er tað 0,9 prosent og í Havn er tað eitt prosent.
Í Norðstreymoy er tað 1,4 prosent - men í Suðuroynni er arbeiðsloysi nógvar ferðir hægri, ella 3,1 prosent.
Sostatt er arbeiðsloysið í Suðuroynni nú 1,8 prosentstig hægri enn tað var fyri einum ári síðani.
Sum heild eru tað mest fólk í bestu árum, ímillum 25 og 34 ár, sum eru harðast rakt av arbeiðsloysi, tí í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysið 1,4 prosent. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu tí hjá teimum er arbeiðsloysið 0,7 prosent.
Í apríl vóru 31 fólk ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,1 prosentstig lægri enn fyri einum ári síðani fjør.
Í longri tí hevur tann størsti bólkurin av arbeiðsleysum verið tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar - og tað er tað framvegis.