Arbeiðsloysið heldur seg niðri á einum søguliga lágum stigi

Arbeiðsloysið hevur verið undir eitt prosent í meiri enn eitt ár  

Áki Bertholdsen
25. september 2023 kl. 14:40

Í august í ár var arbeiðsloysið kring landið 0,6 prosent. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni og sostatt og heldur arbeiðsloysið sær niðri á einum søguliga lágum stigi. 

Nú hevur arbeiðsloysið verið undir eitt prosent í yvir eitt ár, tí seinast tað var uppi á einum prosenti, var í februar í fjør.

Hetta merkir, at í august vóru bara 182 fulltíðararbeiðsleys í øllum landinum. Ein onnur broyting, sum er hend, er tað vanliga hevur verið, at tað eru væl fleiri kvinnur, sum hava verið arbeiðsleysar enn tað eru menn. Onkuntíð hevur talan verið um, at dupult so nógvar kvinnur eru arbeiðsleysar enn tað hava verið menn. Men nú ar arbeiðsloysið akkurát javnt býtt ímillum kynini.

Men aftur fyri er arbeiðsloysið ikki javnt býtt ímillum tey ymsu økini í landinum, tí tað er framvegis Suðuroy, sum er í serstøðu - upp á tann keðiliga mátan.

Sum stað sæst á talvuni niðan fyri, er arbeiðsloysið í Suðuroy nevniliga meiri enn dupult so stórt, sum tað er summa aðra staðni.