Arbeiðsloysið er minst í Sandoy - og nógv størst í Suðuroy

Undirsjóvartunnilin hevur ført til stórar broytingar í Sandoynni

Áki Bertholdsen
26. august 2024 kl. 12:45

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, er arbeiðsloysið aftur kvinkað upp eftir.

Tað er rættiliga ymiskt, hvussu hart tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi. Men eitt, sum loypur í eyguni er, at nú er arbeiðsloysið í Sandoynni tað lægsta í landinum.

Har er tað nevniliga bara 0,4 prosent og tað er minni enn nakra aðrastaðni. Í Norðoyggjum og í Eysturoy, er arbeiðsloysið 0,8 prosent, í Vágum er tað 0,9 prosent, í Norðstreymoy og í Havn er tað 1,1 prosent.

Síðani sandoyingar hava fingið undirsjóvartunnil, hevur gongdin verið tann rætta vegin. Fólkatalið er kvinkað upp eftir, eftir at pílarnar, sum heild, hava gingið niður eftir leingi.

Og í januar var arbeiðsloysið 1,4 prosent, men nú er tað lækkað eitt prosentstig.

Hinvegin er arbeiðsloysið framvegis nógv størst í Suðuroynni, tí har er tað 2,5 prosent, sum er 1,3 prosentstig hægri enn tað var fyri einum ári síðani.