Arbeiðsloysið er í dag tað hægsta síðani 2021

Eftir eitt støðugt minkandi arbeiðsloysi síðani koronufarsóttina, er tað hækkað aftur. Arbeiðsloysið er nú gott eitt prosent

Mynd: Hagstova Føroya
Hagstova Føroya
23. februar 2024 kl. 11:00

Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.


Arbeiðsloysið var gott 1,0 prosent í januar ella 316 fulltíðararbeiðsleys. Samanborið við januar árið fyri, er tað hækkað við 0,1 prosentstigi ella 34 fulltíðararbeiðsleysum. 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í persónum vóru 379 raktir av arbeiðsloysi í januar, sum er 51 fleiri enn januar í fjør. 

Arbeiðsloysið var í januar á tí hægsta síðani juli 2021, tá lutfallið var 1,19 prosent. Sostatt sær út til at støðugt lækkandi gongdin síðani koronufarsóttina er endað.


Menninir eiga vøksturin

Í januar vóru 187 fulltíðararbeiðsleysir menn, sum svarar til 1,2 prosent. Hetta er ein vøkstur á 0,3 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var fulltíðararbeiðsloysistalið á 129, sum svarar til 0,9 prosent. Samanborið við januar í fjør hava tær eina lækking við 0,1 prosentstigi. Sostatt er orsøkin til vøksturin at finna í tølunum hjá monnunum. Munurin í arbeiðsloysisprosentunum millum kynini er harvið eisini vaksin eitt vet og er á tí størsta síðani desember 2021. 


Lægst í Vágum og Norðoyggjum

Landkortið vísir arbeiðsloysið eftir øki. Í januar var arbeiðsloysið lægst í Norðoyggjum við 0,6 prosentum og í Vágum við 0,7 prosentum.  Í Suðuroynni var arbeiðsloysið hægst við 1,5 prosentum. 

Januar 2024

Arbeiðsloysið lægst millum tey 55 til 66 ára gomlu

Av teimum 55-66 ára gomlu eru 0,8 prosent arbeiðsleys. Størsta arbeiðsloysið er millum tey 25-34 ára gomlu við 1,4 prosentum.


Flest eru arbeiðsleys í ein til tríggjar mánaðar 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í januar vóru 379 persónar raktir av arbeiðsloysi, og av teimum hava væl 40 prosent verið arbeiðsleys í 1-3 mánaðar. Hesin bólkurin er sum oftast størstur, men samanborið við sama mánað í fjør er hann vorðin lutfalsliga størri.

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.