Arbeiðsloysið í Føroyum var 0,9 prosent í august, og tað svaraði til 287 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 201 fulltíðararbeiðsleysum.
Hetta vísur nýggj uppgerð hjá Hagstovu Føroya.
Arbeiðsloysið er hækkað eitt vet hjá bæði monnum og kvinnum.
Í august vóru 197 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør.
Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,9 prosent ella 129 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,2 prosentstig hægri samanborið við august í fjør.
Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í august. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 45 til 54 ára gomlu og 55-66 ára gomlu við 0,7 prosentum.