Løgreglan í Libanon hevur nú handtikið ein mann, tí líkið av filippinsku arbeiðsgentuni hjá honum varð funnið í eini frystiboks í Kuwait herfyri, tað skrivar DR Nyheder á heimasíðuni.
Drápið hevur vakt stóran ans í Miðeystri og í Asia. Tað hevur fingið forsetan í Filippinunum, Rodrigo Duterte, til at seta í verk útferðarforboð fyri allar filippinarar, sum hava søkt um arbeiði í Kuwait.
Samstundis hartar Duterte myndugleikunum í Kuwait fyri ikki í nóg stóran mun at fara eftir arbeiðsgevarum, sum hann skuldsetir fyri regluliga at voldtaka filippinskar kvinnur og noyða tær at arbeiða upp í 21 tímar um døgnið uttan at geva teimum ordiliga kost.
Sambært filippinska uttanríkismálaráðnum, hevur Kuwait upplýst, at libanesiski arbeiðsgevarin, Nader Essam Assaf, er varðhaldsfongslaður í Libanon fyri drápið av 29 ára gomlu Demafelis. Líkið var eftir øllum at døma merkt av torturi.
Leitað verður eisini eftir sýrisku konuni hjá varðhaldsfongslaða manninum.
Meira kann lesast um málið HER