Arbeiðsfjøldin er minkað eitt vet

Av teimum gott 38.900 fólk í aldrunum frá 15 til 74 eru góð 32.600 í arbeiðsfjøldini

Jóannes Hansen
25. januar 2024 kl. 21:31

Arbeiðsfjøldin er eitt vet minni enn í 2022, samstundis sum tey vinnuligu óvirknu eru fleiri í tali.

Í arbeiðsfjøldini eru stívliga 32.200 arbeiðsvirkin og 400 arbeiðsleys fólk. Tey arbeiðsvirknu eru løntakarar og sjálvstøðug vinnurekandi. Tey arbeiðsleysu eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Í altjóðu sambærligu arbeiðsfjøldarkanningini verða tey arbeiðsleysu tald við, sum lúka krøvini eftir hesari allýsingini av arbeiðsloysi, eisini tey sum ikki eru í ALS ella fáa forsorg vegna arbeiðsloysi.

Samanborið við 2022 er arbeiðsfjøldin minkað við gott og væl 200 fólkum. Tað sæst serliga aftur í tali av arbeiðsleysum, meðan talið á arbeiðsvirknum er næstan óbroytt. Talið av vinnuliga óvirknum er 6.250, sum er ein vøkstur á 400 fólk í mun til 2022. Í 2023 vóru knapt 17.600 menn og 15.000 kvinnurí arbeiðsfjøldini. 

Tey seinastu fimm árini er arbeiðsfjøldin í aldrunum frá 15 til 74 vaksin við næstan 4 prosentum. Hetta er lægri enn vøksturin í fólkatalinum, sum í sama tíðarskeiði er 7 prosent.

 Vinnutíttleikin minkaður tvørtur um kyn og øki

Minkingin í vinnutíttleikanum er at síggja bæði hjá kvinnum og monnum. Vinnutíttleikin, sum er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 83,9 prosent tilsamans. Hjá monnum er talið á 85,6 prosent og hjá kvinnum eitt sindur lægri á 82,1 prosent. Hjá báðum er vinnutíttleikin minkaður 1 prosentstig samanborið við sama tíðarskeið í 2022.

 Vinnutíttleikin er somuleiðis lækkaður í øllum økjum í landinum. Størsta minking er í Eysturoynni við 1,6 prosentstigum. 

 

 Vinnutíttleikurin lægstur í Suðuroyar- og Sandoyar økjunum

Lægsti vinnutíttleikin er at finna í Sandoyar- og Suðuroyar øki, har hann er undir 78 prosent. Í hinum økjunum liggur vinnutíttleikin yvir 82 prosent. Vinnutíttleikin er hægstur í Suðurstreymoy og Eysturoy við yvir 85 prosentum.

 Munurin í vinnuttíttleikanum hjá kynunum er millum 3 og 4 prosentstig í øllum økjum. Kvinnurnar í Sandoyar øki hava lægsta vinnutíttleika við 75 prosent og mannfólk í Suðurstreymoyar øki hava hægsta vinnutíttleika við 87 prosent. 

Kvinnur gevast fyrr at arbeiða

Menn og kvinnur eru rættiliga jøvn í vinnutíttleika upp til 60 ára aldur. Eftir hetta minkar vinnutíttleikin skjótari við aldrinum hjá kvinnum enn hjá monnum. Størsti munur er á aldursbólkinum 65 til 74 ár, har vinnutíttleikin hjá monnum er 59 prosent og kvinnurnar á 42 prosentum. Tað er 17 prosentstig lægri.  Størsti munurin øvugta vegin er aldursbólkurin 20 til 24 ár, har vinnutíttleikin hjá kvinnum er meira enn 5 prosentstig hægri enn hjá monnum.  

 Um arbeiðsfjøldarteljingina

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðarafelagnum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at tølini kunnu samanberast við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum. Tølini eru gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum. Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Hesi 1.000 spurdu verða síðani upproknað til fulla talið av óskrásettum (uml. 5.000). Kanningin verður gjørd seinast í november hvørt ár, har spurt verður um arbeiðsviðurskifti í vikuni, sum 15. november er í. Í spurnakanningini verða øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningarvikuni, flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár.

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

Áðrenn 2015 bygdu tølini ikki á skráir, men høvdu støði burturav í spurnakanningini, ið varð upproknað til fulla arbeiðsfjøld. Tískil eru tølini frá 2014 og eldri estimeraði. Arbeiðsloysið í hesi kanningini kann ikki beinleiðis samanberast við hini arbeiðsloysistølini hjá Hagstovuni, ið eru grundað á skráir hjá arbeiðsloysistryggingini (ALS) og Almannastovuni.

Orðalýsingar:

  • Arbeiðsfjøld telur partin av fólkinum, sum kann veita arbeiðsmegi. Tað fevnir um bæði arbeiðsvirkin og arbeiðsleys fólk.

  • Arbeiðsvirkin eru tey, sum eru løntakarar, eru fyribils úr arbeiði ella arbeiða fyri seg sjálvan. Tey arbeiða fyri løn, vinning ella feingi.

  • Arbeiðsleys eru tey, sum einki arbeiði hava, søkja arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur.

  • Vinnuliga óvirkin eru tey uttan fyri arbeiðsfjøldina, sum hvørki eru arbeiðsvirkin ella arbeiðsleys .

  • Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, t.e. frá 15 til og við 74 ár.

 

kelda: hagstova.fo