Arbeiðsbólkur settur at skriva álit við atliti at dagføra dagstovnalógina

Neyðugt er at tryggja, at lóggávan speglar verandi samfelagsviðurskifti og stuðlar undir barnsins menning og tørv hjá nútíðar familjuni, og tí er tørvur á at dagføra dagstovnalógina

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
15. oktober 2024 kl. 11:55

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna - og útbúgvingarmálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera tilmæli við atliti at dagføra dagstovnalógina. Lógin, sum hevur verið galdandi í yvir 24 ár, er grundarlagið undir føroysku dagstovnum. Síðan lógin bleiv sett í gildi hevur samfelagið verið fyri týðandi broytingum, sum hava havt við sær broytt krøv og væntanir til leiklutin og virksemi hjá dagstovnum. Hóast hesa broyting, eru bert smærri tillagingar gjørdar í lóggávuni. 
 
Neyðugt er at tryggja, at lóggávan speglar verandi samfelagsviðurskifti og stuðlar undir barnsins menning og tørv hjá nútíðar familjuni, og tí er tørvur á at dagføra dagstovnalógina.
 
Í arbeiðsbólkinum eru Janus Haraldsen, umboð fyri Kommunufelagið, Jan Lauritsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Jónhild Abrahamsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Sarah Einarsson, umboð fyri Sernám, Sanna á Løgmansbø, umboð fyri Pedagogfelagið, og Eva Klein, forfólk og umboð fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Miðað verður ímóti at handa landsstýrismanninum álitið miðjan januar 2025.