Arbeiðs- og brunaeftirlitið gevur út nýtt ársrit
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur latið úr hondum ársrit fyri árini 2019-2020
Sigurjón Einarsson
7. september 2021 kl. 18:26
Ársritið lýsir virksemið hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum tvey tey seinastu árini. Talan er um tvey sera ymisk ár, har 2020 varð ávirkað av koronufarsóttini. Í hesum sambandi fekk stovnurin eisini fleiri nýggjar uppgávur.
Í ársritinum sæst millum annað, at stovnurin hetta tíðarskeiðið viðgjørdi fleir enn 3000 ymisk mál, at koronafarsóttin hevði eina áhugaverda ávirkan á talið av arbeiðsóhappum og at kynsligur ágangur á arbeiðsplássum eisini er nakað, sum føroyskir arbeiðsgevarar eru varugir við.
Eisini ber til at lesa um nýggju hagtalsgreiningina hjá stovninum. Les nýggja ársritið her.
Kelda: Arbeiðs- og brunaeftirlitið