Arbeiðið við Jákup Sverra dregur út

Nýggja havrannsóknarskipið skuldi eftir røttum latast eigarunum um hetta mundi, men arbeiðið er darva av stongdu landamørkunum

Bryndis Hjartardóttir
16. juni 2020 kl. 11:15

 Arbeiðið við nýggja havrannsóknarskipinum Jákup Sverra dregur út.

Nýggja skipið skuldi eftir tíðarætlanini latast eigarunum um hetta mundið, men liggur enn á skipasmiðjuni á Skála. Orsøkin til, at arbeiðið dregur út er koronarelatera, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest. 

Serliga eru tað avmarkingarnar millum londini, sum gera at arbeiðið er seinkað. Tørvur er á útlendskum serfrøðingum til arbeiðið við skipinum, millum annað við at royndarkoyra ymsa útgerð. Tað hevur tó ikki latið seg gjørt at fingið hesar heim og tað arbeiðið liggur enn og bíðar, greiður stjórin frá. Sóttarhald og annað hevur eisini órógva ymsar partar av arbeiðnum.

- Hóast hetta hevur arbeiðið gingið sera væl, sigur Mouritz Mohr, sum tó ikki enn vil siga nær skipið kann væntast liðugt.