Málið um Suðuroyartunnilin er í góðum hondum. Tað sigur Jacob Vestergaard, sum er limur í politiska fylgibólkinum, sum fylgir við arbeiðnum.
Hetta kvøldið skipaði Fólkaflokkurin fyri almennum tiltaki í Suðuroynni har tey greiddu frá gongdini í málinum um at gera Suðuroyartunnilin.
Og Jacob Vestergaard kundi ikki annað enn siga, at hann er væl nøgdur við gongdina.
Hann sigur, at fyrireikingarnar ganga akkurát sum tær eiga, og at nevndin, sum fyrireikar tunnilin, fær tann neyðuga friðin til at arbeiða við málinum.
Hann sigur, at forprojektið er gjørt og tað verður ikki so leingi afturat, so er greiða eisini fingin á, hvussu hendan ovurstóra verkætlanin kann fíggjast.
Og Jacob Vestergaard sigur, at tað hann hevur fingið at vita higartil, fær hann ikki at rista á hondunum.
Tað hava ymisk tøl verið frammi um, hvat tunnilin fer at kosta. Landsverk metti, at hann fer at kosta nærri sjey milliardir - og tá vóru tað nógv í Løgtinginum, sum fingu kaldar føtur.
Men nú hevur nevndin, sum arbeiðir við málinum gjørt sínar kostnaðarmetingar og tey siga, at sjálvur tunnilin kostar 3,4 milliardir. Samstundis verður neyðug at gera nýggjan Sandvíkartunnil og vegir í Sandvík og í Hvalba og tað kostar 400 milliónir.
Og taka politikarar so eisini støðu til, at tunnilin skal upp í Skúgvi, kostar tað 200 milliónir afturat.
Sostatt verður, í mesta lagi, talan um ein kostnað upp á fýra milliardir- og tað er í 2023 krónum. Og Jacob Vestergaard sigur, at hetta hevur fingið nógvar politikarar at sissa seg aftur.
Sjálvur hevur hann stórt álit á kostnaðarmetingini hjá nevndini, tí hetta eru somu fólk, sum hava staðið fyri at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
– Hetta eru fólk, sum hava fingið drúgvar royndir á økinum og sum hava stóra vitan um hetta øki. Og teir tunlarnar, tey hava staðið fyri, eru væl úr hondum greiddir, sigur Jacob Vestergaard.
Suðuroyartunnilin verður 22,8 kilometrar langur og í vídd verður hann sum Sandoyartunnilin.
At koyra ígjøgnum Suðuroyartunnilin verður, sum at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin - hann verður bara dupult so langur.
Tilsamans eru Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin 22,1 kilometur, so í vavi líkjast tær báðar verkætlanirnar nógv. Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin kostaðu 2,6 milliardir í 2019 krónum.
– Tunnilsfelagið dugir ikki at síggja tann stóra munin á Suðuroyatunnilin og á Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum, sum akkurát eru gjørdir, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur eisini, at hann hevur kensluna av, at tað er stór undirtøka í Løgtinginum fyri at fara undir tunnilin - og undirtøkan er í øllum flokkum, serliga nú tann nýggja kostnaðarætlanin er løgd fram, leggur hann afturat.
Hann hevur vónir um, at uppskot um at gera Suðuroyartunnilin, kann verða lagt fyri Løgtingið í heyst. Og gongst tað heilt væl í hond, kann borurin setast í næsta ár, og tað merkir, at so kann tunnilin takast í brúk í 2034 ella 2035.