Arbeiðarafeløgini samráðast
Partarnir handaðu krøvini hin 22. mars.
Fríðmundur Nattestad
23. apríl 2024 kl. 12:30
Føroya Arbeiðarafelag skrivar í tíðindaskrivi í morgun, at samráðingar millum arbeiðarafeløgini hava koyrt síðani 4. apríl, tá fyrsti samráðingarfundur var. Partarnir handaðu krøvini hin 22. mars.
Galdandi sáttmáli gongur út 1. mai.
Feløgini, sum samráðast, eru hesi:
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag