Einasti vegur fram er at herða trýstið á arbeiðsgevaran. Tað ásanna arbeiðarafeløgini, nú enn ein semingsroynd er slitnað í kvøld.
Og tey siga, at tað ætla tey sær at gera.
Men tey siga, at tiltøkini skulu fyrst og fremst raka limirnar í Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tey siga, at tí hava tey gjørt av at virka fyri, at dagstovnar aftur kunnu lata upp.
– Vit geva tí undantøk á dagstovnaøkinum, til reingerðarfólk og dagstovnunum og til at ruskið á dagstovnunum verður burturbeint. Tey undantøkini koma í gildið mánamorgunin, soleiðis, at barnafamiljur aftur sleppa til arbeiðis, siga arbeiðarafeløgini.
– Vit vita, at vit bert røkka á mál, við at leggja enn størri trýst á arbeiðsgevararnar, ið ikki fáa útflutt ella innflutt vøru, og sum ikki fáa brennievni.
– Tí vóna vit eisini, at hesi undantøk vísa, at hetta er ikki eitt stríð móti Føroya fólki, men eitt stríð fyri verkafólki, siga arbeiðarafeløgini.