Arbeiða við risastórari íløgu til ítrótt á Toftum

Tilsamans fer tað at kosta 120 - 130 milliónir og tað fer at kollvelta bæði fótbóltin, og frælsa ítróttin, í Føroyum

Gongst sum ætlað, fer tað at síggja heilt øðrvísi út her á Svangaskarði. Myndin er frá Umhvørvisstovuni
Áki Bertholdsen
8. november 2023 kl. 13:11

Á Toftum arbeiða tey nú við eini risastórari íløgu til ítrótt. Ella tað er kanska rættari at siga, at tey arbeiða framvegis við ætlanini, tí tað eru nógv ár síðani, at hugskotið kom í eyga.

Tað er Nes kommuna, sum gongur á odda og endamálið er at byggja eina fótbóltshøll í fullari stødd á Toftum.

Í hesum sambandi er ætlanin rætt og slætt at byggja tann niðara vøllin á Svangaskarði inni. Tá ið tað er gjørt, hava vit ikki bara eina fótbóltshøll í fullari stødd. Vit hava nevniliga eisini eina rennibreyt, og vøll til frælsan ítrótt, undir taki.

Sostatt fer tað at bera til at spæla fótbólt, og íðka frælsan ítrótt innandura, bæði vetur og summar, sigur David Reinert Hansen, formaður í fyrireikingarbólkinum, í skrivi til Løgtingið, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar.

Landskassin hevur áður játtað FSF fimm milliónir til eina fótbóltshøll, og nú heita tey á Løgtingið um at halda fram at stuðla ætlanini. Tey leggja nevniliga dent á, at hetta er ein høll, sum verður fyri alt landið.

Svangaskarð er beint við Eysturoyartunnilin og sostatt liggur høllin rættiliga mitt fyri og sostatt verður hon ein týdningarmikil partur í arbeiðnum  at menna ítróttin um alt landið.

Nes kommuna hevur gjørt ymsar fyrireikandi kanningar og tey siga, at gongur alt eftir vild, tekur tað tvey til hálvttriðja ár at fremja verkætlanina.

Sjálv høllin tekur 18 til 24 mánaðir at byggja, siga tey.

Tilsamans er talan um eina verkætlan upp á 120 - 130 milliónir. Tey hava fingið tilsøgn um 30 milliónir frá Fótbóltssambandinum og endamálið er eisini at tær fimm milliónirnar, FSF longu hevur fingið frá Løgtinginum, verður ein partur av hesi ætlanini.

Ætlanin er eisini at fáa Betri, og aðrar grunnar at fíggja 25 milliónir og at fáa 25 - 35 milliónir í fígging aðrastaðni frá.

Nes Kommuna setir 10 milliónir í ætlanina, umframt verandi vøll og rennibreyt. Tað er vert einar 20 -25 milliónir.

Sostatt søkja tey Løgtingið um at játta 25 milliónir afturat, men tað kann latast í smáum við fimm milliónum um árið í fimm ár.

Nes Kommuna hevur sett ein fyrireikingarbólk í sambandi við ætlanina, og har eru Dávid Reinert Hansen, verkfrøðingur, sum er formaður, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Dakko Petersen, formaður í Teknisku nevnd hjá kommununi og Niclas Davidsen, virkiseigari. Selma Hansen, roknskaparleiðari, er skrivari í bólkinum.