Samgongan arbeiðir við at gera eina umfatandi broyting í samferðsluni, bæði fyri ferjurnar hjá Strandferðsluni, og fyri busskoyringina hjá Bygdaleiðum. Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur reist máli á Løgtingið. Og í hesum sambandi hevur hann spurt, hvat landsstýrið meinar við, tá ið tey skrivaðu í samgonguskjalið, at Prísskipanin hjá Strandferðsluni verður endurskoðað fyri at javnseta fólk í ymsu pørtunum í landinum.
Hann vísir á, at dýrasta ferðin hjá Strandferðsluni er úr Norðoyggjum til Vágar. Aftur og fram er prísurin 200 krónur.
Ímillum Norðoyggjar og Suðurstreym er prísurin aftur og fram 180 kr. Eisini ímillum Vágar og Suðurstreym er prísurin 180 krónur.
Á ferjunum er dýrasti ferðaseðilin til Mykinesar, har tað kostar 120 krónur aftur og fram. Ímillum Suðuroy og Suðursteym er kostnaðurin 80 krónur, men hinar sjóleiðirnar kosta 40 krónur aftur og fram.
Tá ið endamálið er at javnseta fólk ymsa staðni í landinum, vildi Jørgen Niclasen hava at vita, hvat Landsstýrið meinar við, og hvat verður dýrari og hvat verður bíligari.
Dennis Holm sigur stutt, at hetta er ein spurningur, arbeitt verður við í samgonguni og tí er ov tíðliga at siga, akkurát hvørjir prísir verða galdandi.
Men hann sigur, at arbeiðið umfatar bæði nýggja prísskipan og arbeitt verður eisini við at leggja ferðaætlanirnar um, bæði fyri ferjurnar og fyri Bygdaleiðir í eini roynd at fáa alt at passa so væl saman, sum til ber.
Men hann ásannar, at talan er um eitt mál, sum er ringt at loysa, eisini tí at tað eru so nógvar kenslur uppi í.
Kortini vísir hann á, at 75 prosent av útreiðslunum hjá Strandferðsluni, eru fíggjaðar av landskassanum og hann heldur avgjørt, at útlendingar eiga at verða við til at rinda sín part.
Tað eru nógv útlendsk ferðafólk í Føroyum, og talið fer væntandi at veksa og landsstýrismaðurin heldur, at inntøka frá útlendskum ferðafólkum kann brúkast til at geva føroyingum eina betri tænastu.