Arbeiða við at keypa eitt skip afturat til Suðuroyarsigling

Kanska skal hetta skipið sigla ímillum Krambatanga og Sand

Myndina av Smyrli tók John Martin Olsen
Áki Bertholdsen
5. august 2024 kl. 13:50

Samgongan kannar nú møguleikan at keypa eitt skip afturat til Suðuroyarsiglingina. Tað segði Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni.

Smyril er 19 ára gamal og Strandferðslan hevur víst á, at hann siglur hvønn einasta dag í árinum og tí er ongantíð friður at gera neyugar ábøtur.

Strandferðslan hevur eisini sagt, at skal Smyril kunna sigla í fleiri ár afturat, krevjast ábøtur fyri yvir 100 milliónir í síðuskrúvur og høvuðsmotor.

– Tað ganga eini 10 ár, áðrenn suðuroyartunnilin kemur og hesa tíðina verður neyðugt at tryggja Suðuroarsiglingina, sigur Dennis Holm.

Tí kannar samgongan møguleikarnar fyri at keypa eitt skip afturat til Suðuroyarsiglingina, sum kann lætta trýstið á Smyrli hesi árini ið eru eftir, til tunnilin er komin.

Hann sigur, fáa vit eitt skip afturat, leingja vit munandi um livitíðina hjá Smyrli, umframt at vit sleppa undan stórum útreiðslum til ábøtur.

Og harumframt verður heldur ikki neyðugt við stórum útreiðslum til avloysaraskip tá ið Smyril skal til kravd eftirlit. 

Dennis Holm sigur, at í hesum sambandi verður hugsað um allar møguleikar. Ein møguleiki er, at hetta eykaskipið skal sigla sum Smyril nú ger, ella ímillum Krambatanga og Havn.

Men ein møguleiki, sum eisini verður kannaður, er at lata skipið sigla ímillum Krambatanga og Sand.

Tað er heldur eingin niðurstøða um hvat skip, talan skal verða um, heldur ikki hvussu stórt tað skal vera.

Alt hetta eru møguleikar, Strandferðslan nú metir um, men tey eru ikki komin til nakra niðurstøðu.