Knappar fýra milliónir krónur. Tað er ein meting av árliga virðinum á sjálvbodna arbeiðnum, sum verður gjørt fyri okkara felagsskap, um tað verður gjørt upp í tímaløn. Sjálvboðið arbeiðið, er tað sum drívur felagsskapir, og tey sjálvbodnu eiga vit nógv av, men at virði er so høgt vísir bara, hvussu stóran týdning tað hevur at fáa nógv fólk við. Eitt leysligt roknistykki vísir, at VIT tilsamans brúka umleið 19.000 tímar um árið upp á felagsskapin. Vit øll, ið gera ymisk arbeiði fyri Víking, uttan samsýning í krónum. Av uppgávum kann m.a. nevnast umleið 40 ungdómsvenjarar, nevndararbeiði, vasking av húsunum, samskiparar, fundarvirksemi, vørubílegging, viðlíkahald, Ultras, vasking av klæðum, vinda fløgg upp, innkrevjing, vaktir, skipan av ymiskum trivnaðar- og innsamlingartiltøkum, baking, kaffisøla, arbeiðsdagur, liðleiðarar, uppseting og niðurtøka av G!, eydnuhjól, fýrverkssøla, sarpan, stadionspeakarar, myndafólk, sosialir miðlar, fyrireikan av veitslum, dómarar og heilt sikkurt nógv aftrat. Tað er øll vit, sum eru Víkingur. Tey sum spæla við Víkingi og tey sum annars eru partur av Víkingi á annan hátt. Takk fyri tykkara íkast – uttan tykkum bar felagsskapurin seg ikki.