Arabisk oljulond áseta sær meirvirðisgjald
Bæði Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini fara frá árskiftinum at krevja meirvirðisgjald fyri ymsar vørur...
Leif Láadal
28. desember 2017 kl. 13:16
Bæði Saudi Arabia og Sameindu Arabisku Emiratini fara frá árskiftinum at krevja meirvirðisgjald fyri ymsar vørur. Tað skrivar dr.dk.
Hetta er fyrstu ferð, at eitt arabiskt land ásetur meirvirðisgjald. Orsøkin er, at oljuprísirnir lækkaðu rættiliga nógv fyri trimum árum síðani, og tí eru ikki nóg mikið at pengum í almennu kassunum.
Fyri fyrst verður talan um 5 prosent meirvirðisgjald á ymsar vørur - eitt nú mat, klæðir, tøknilutir, bensin, telefongjald, vatn og el.