Heimsheilsustovnurin WHO hevur nú kunngjørt, at apupokur eru ein heimsumfevnandi heilsukreppa.
Avgerðin kemur eftir, at neyðstøðuráðið hjá WHO hevur havt tveir fundir um apupokur, og talið á staðfestum tilburðum av apupokum hevur í seinastuni gjørt eitt stórt lop uppeftir.
Fleiri enn 16.000 tilburðir av apupokum eru staðfestir í 75 londum, sigur aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanom Ghebreyesus, sambært BBC.
Higartil hava fimm fólk latið lív av apupokunum, og talan er um hægstu fyribúna, ið kann lýsast av WHO.
Bert tvær líknandi heilsukreppur eru í løtuni, og tað er koronusmitta og áhaldandi arbeiðið at basa poliosmittuni.
Avgerðin at lýsa apupokur sum eina heimsumfevnandi heilsukreppu fer eftir ætlan at skumpa undir arbeiðið at víðarimenna koppseting móti apupokum, sigur Ghebreyesus og leggur aftrat, at WHO hevur eisini tilmæli, ið raktu londini kunnu seta í verk fyri at basa smittuni.