Lægemiddelstyrelsen eru gjørd varug við, at nakrir fáir sjúklingar, sum hava verið í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá fyritøkuni Sandoz, fyri bruna, eru smittaðir við multimótstøðuførum CPO-bakterium.
Talan er um níggju sjúklingar, sum hava fingið staðfest bakteriurnar í tíðarskeiðinum frá oktober 2022 til januar 2023. Ábendingar eru um, at tað er heilivágurin, Dicillin 500 mg frá Sandoz, sum er orsøkin til hetta. Hetta verður í løtuni kannað nærri og tískil er heilivágurin tikin av hyllunum fyribils.
Hvat skulu sjúklingar gera?
Tað er umráðandi, at sjúklingar, sum eru í viðgerð, ikki steðga viðgerðini. Um tú ert í viðgerð við heilivágnum Dicillin 500 mg frá Sandoz, skalt tú lata heilivágin inn aftur á einum av apotekunum í Føroyum, og tú fært síðani nýggjan heilivág fyri bruna útflýggjaðan.
Starvsfólkini á apotekunum kring landið eru klár at hjálpa tær at finna annan heilivág. Tað er ikki neyðugt at fáa nýggja resept frá kommunulæknanum.
Sí spurningar og svar við at trýsta her!
Landsapotekarin