AP: Biden hevur vunnið forsetavalið

Joe Biden vinnur Pennsylvania og hevur sostatt vunnið forsetavalið, upplýsir tíðindastovan, AP

Sigurjón Einarsson
7. november 2020 kl. 17:06

Joe Biden hevur vunnið amerikanska forsetavalið. Hetta melda fleiri tíðindastovur júst nú. Millum annað tíðindastovan AP.

Harvið er Biden nú komin uppá teir 270 valfólk, ið krevst til at blíva næsti forseti í USA.

Biden hevur nú 284 valfólk.

AP metir hetta úrslitið út frá hagtølum frá valstøðum í teimum einkultu statunum og metir so út frá tí, hvussu úrslitið er í hvørjum stati.