Antin kostar vegurin 50 - 55 milliónir - ella kostar hann tað dupulta

Vit mugu umhugsa eina ferð afturat, hvat skal gerast í Sandoynni, heldur landsstýrismaðurin

Áki Bertholdsen
18. januar 2024 kl. 14:25

Enn er støða ikki tikin til, hvussu verður við vegnum ígjøgnum Sandslíð, sum gongur til Skarvanesar og bygdirnar á eysturtíðini á Sandoynni, Húsavíkar, Dal og Skálavíkar.

Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, hevur spurt Dennis Holm, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat ætlanin er við vegnum ígjøgnum Sandslíð.

Vegurin gjøgnum Sandslíð til eysturbygdirnar á Sandoynni er gjørdur í 1920 - 1921 og hann er sostatt ein

av elstu vegum í landinum. Vegurin er ein 1,5 kilometrar langur og har er bara ein koyribreyt.

Dennis Holm sigur, at tað koyra ímillum 400 og 500 bilar eftir vegnum um dagin.

Hann staðfestir, at tað er neyðugt at bøta um vegin og í tí sambandi hava tvær loysnir verið frammi.

Eftir íløguætlanini hjá landsstýrinum verða ábøtur gjørdar á vegin gjøgnum Sandslíð og at tryggja hann ímóti omanlopi.

Í 2021 - 2022 var játtan tøk til endamálið, og arbeiðið er longu prosjekterað og er klárt at bjóða út. Eftir íløguætlanini verður hendan verkætlanin gjørd í 2025 - 2026, og eftir ætlan verða 23 milliónir játtaðar til endamálið í 2025 og 23 milliónir afturat í 2026.

Ein onnur loysn, sum talan hevur verið um, er at breiðka vegin, men at gera ein stuttan tunnil uppá 380 metrar á Líðarenda, har tað eru serliga ringar umstøður at breiðka vegin.

Men felagið sum fyrireikar Suðuroyartunnil mælir til at tunnilin gongur av Skarvanesi til Sandvíkar.

Og verður tað úrslitið, fer tað at verða munandi meira ferðsla í Sandslíð tí tá verður tað ein av høvuðsvegunum í landinum.

Sostatt má málið má tí takast upp av nýggjum, tí tað verður neyðugt at breiðka vegin enn meiri enn um hann bara skal vera er til eysturbygdirnar, og so verður ein partur av vegnum helst lagdur í ein tunnil.

Tann fyrra loysnin, har vegurin í Sandslíð verður breiðkaður til ein tvíbreytaðan veg, verður mett at kosta 50-55 milliónir.

Men skal vegurin ígjøgnum Sandslíð verða ein av høvuðsvegunum í sambandi við Suðuroyartunnilin, har hann verður breiðkaður, og ein stuttur tunnil gjørdur, fer hann at kosta einar tvær ferðir so nógv, ella 107 milliónir.