Fáa Føroyar ikki fullgyldugan limaskap í Norðurlandaráðnum, fara vit heilt burtur úr.
Tað var greiði boðskapurin frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, í røðuni hann helt í Norðurlandadráðnum fyrr í dag.
Í meiri enn ein mansaldur hava Føroyar roynt at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, men tað hava hini londini ikki vilja givið okkum. Orsøkin er, at tað stendur í viðtøkunum fyri Norðurlandaráðið, at tað bara eru sjálvstøðug lond, sum kunnu vera limir.
– Okkara ynski er at bróta mynstrið, har tey smáu norðurlondini verða útihýst tá ið tær stóru, politisku avgerðirnar skulu takast, segði løgmaður.
Annars er endamálið við Norðurlandaráðnum, at tað skal vera tann sterki felagsskapurin, men løgmaður gjørdi greitt, at verður tað ikki víst í verki nú, er Norðurlandaráðið virðisleyst fyri Føroyar.
Men hann segði eisini,, at nú er eitt høvið til at broyta tað tí arbeitt verður við at broyta viðtøkurnar fyri Norðurlandaráðið, so at - í longdini - skulu øll londini verða javntstillað
Løgmaður heitti staðiliga á hini norðurlondini um at samtykkja broytingarnar. Og hann gjørdi eisini greitt, at antin eru Føroyar ordiliga við, ella eru vit slett ikki við.
Ella sum hann segði tað í røðu síni: Enten er vi helt med, eller også er vi slet ikke med.