Annita og fakkunnleikin

- Tað man vera lítil ivi um, at Annita á Fríðriksmørk ætlar sær at stilla upp til býráðsval í Havn seinni í ár, soleiðis sum tað streymar frá henni av viðmerkingum um ávís mál

Heðin Mortensen
25. juni 2024 kl. 11:30

Tað man vera lítil ivi um, at Annita á Fríðriksmørk ætlar sær at stilla upp til býráðsval í Havn seinni í ár, soleiðis sum tað streymar frá henni av viðmerkingum um ávís mál, serliga umhvørvismál. 

Bert spell, at hon ikki setir seg betri inn í málini, nú sitandi meiriluti í býráðnum  fær ábyrgdina fyri allar heimsins ólukkur. 

Pástandurin er, at vit lurta ikki eftir fakkunnleikanum, fylgja ikki vanligum reglum um friðað øki og hava hvørki hugsjónir ella virðir. 

Annita eigur at vita, at slík stórmál, sum hon nevnir, øll hava fastar mannagongdir. Og fyrst og síðst er tað júst fakkunnleikin, sum leggur til rættis.  Øll tílík mál verða eisini viðgjørd í nevndum og í býráðnum, á borgarafundum  og verða send til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum. 

Hetta eigur at tryggja, at so nógv atlit sum yvirhøvur gjørligt, verða tikin í tílíkum málum. Men Annita er eisini vitandi um, at øll menning hevur ein ávísan  kostnað – allar útbyggingar av bústaðaøkjum og infrakervi annars, hevur  avleiðingar við sær. Uppgávan er at minimera hesar avleiðingar. 

Ein tílík generel niðurgerð av okkara fakkunnleika er ein vanvirðing av okkara umsiting og teimum ráðgevum og serfrøðingum, ið leggja øll okkara arbeiði til  rættis. Tí er hetta bæði keðiligt og avbera órættvíst móti teimum, sum fylgja  øllum galdandi reglum og lógum á økinum. 

Annita eigur eisini at hugsa um, hvønn ella hvørji hon ákærir fyri hvat. T.d. Sundsá, fyllingina á Sundi og grótfjallið á Velbastað – hesi og fleiri onnur mál hava onki við sitandi samgongu at gera. Hesi kann hon tosa við Tjóðveldi um. 

Eg hevði ynskt, at tað bar til at gera ein fleiri kilometra langan veg og ein tunnil  uttan at ávirka náttúruna. Tað ber bara ikki til. Men eisini her eru øll møgulig  atlit tikin, soleiðis at tað verður endurskapt, helst vakrari og betri enn  frammanundan.  

Tað slepst ikki undan, at lívfrøðiligt margfeldi í nøkrum førum verður ávirkað, men Annita kann kenna seg vísa í, at vit av øllum alvi royna at fara væl um okkara náttúruperlur, og at vit fylgja okkara fakkunnleika í hvørjum einstøkum føri.


Heðin Mortensen
borgarstjóri