Annika Hoydal: – Eg vil dagin í morgin

Handan songkvinnuna, provokatørin og sjónleikaran er ein buldraslig lívsleið, ið inniber revolvara, røvarasøgur, sjúku og sorg. Henda greinin varð prentað í Dimmalætting í september 2017, men vit endurprenta hana í dag í sambandi við, at Annika Hoydal í dag fyllir 75 ár

Orð og myndir: Marita á Rógvi
19. november 2020 kl. 19:26

Eg kundi sagt frá søguni um songkvinnuna Anniku Hoydal. Eg kundi eisini sagt frá søguni um provokatørin, sjónleikaran ella leiklut hennara í føroysku kvinnufrígeringini. Men tað fari eg ikki. Tær søgurnar kenna fólk flest. Hinvegin fari eg at hyggja at, hvør persónurin Annika Hoydal er. Handan songkvinnuna, provokatørin og sjónleikaran er fjald ein buldraslig lívsleið, ið inniber revolvara, røvarasøgur, sjúku og sorg. Hetta er søgan um Anniku – persónin og menniskjað Anniku

Annika gongur á strondini. Hon og beiggjarnir, Gunnar og Egil, eru í býnum Manta á vesturstrondini í Ekvador. Tey ganga á teirri strondini, har tey slitu barnaskógvarnar 50 ár frammanundan – tey eygleiða tann býin, ið var heim teirra í nøkur ár í 1950’unum. Tey eru einsamøll á strondini, og við friðinum sum slóðara kunnu tey ferðast í tíð eitt bil.

Tá hon letur eyguni aftur, kann hon ímynda sær, hvussu hon spældi við indiánarabørnini á strondini, hóast tað ikki var góðtikið millum manna, at hvít og litt børn spældu saman. Hon kann ímynda sær, hvussu heiti og ókendi sandurin kendist fyri níggju ára gomlu Anniku, og hon minnist, hvussu lukturin av rotnum fiski festi seg í nøsina, tá ið sjómenninir í kanounum ikki fingu avhendað fiskin, og hann tí rotnaði á strondini. Onkursvegna er kenslan hin sama hendan dagin, hugsar hon, tá ið hon eygleiðir Manta, ið enn er eins darvað av fátækadømi og fyri 50 árum síðani.

Brádliga koma tveir ungir menn stunandi móti systkjunum. Yvirkropparnir eru berir, men teir eru ikki naknir. Á høvdinum situr tann t-blusan, sum eftir røttum skuldi sitið á suðuramerikonsku kroppunum. T-blusan fjalir andlitini, so Annika, Gunnar og Egil ikki skulu kenna tey aftur. Áðrenn Annika nær at kunna seg um, hvørji ørindi hesir menninir hava, verður hon álopin av øðrum teirra. Hon kennir, hvussu metallið frá einum revolvara trýstir síðuna á høvdinum. Hetta er ramur álvari.

– Eg havi bara hetta, rópar Annika á sponskum, sum hon rættir honum ein seðil, ið svarar til einar hálvtrýssj føroyskar krónur.

– Los anillos, los anillos – ringarnir, ringarnir, rópar brotsmaðurin og sipar til gullringarnar hjá Anniku, meðan hann trýstir revolvaran fastari móti høvdinum. Hon veit, at hann meinar tað.

Samstundis hyggur hon yvir móti Egili. Hann hevur ein knív boraðan móti pulsæðrini.

– Bara fingrarnir ikki eru hovnir av hitanum, so teir ikki fáa tikið ringarnir, hugsar hon og gerst varug við, at teir bara kunnu skera fingarnar av ella skjóta teir, til tess at fáa fatur á gullringunum.

Teir taka ringarnar, pengarnar og renna avstað. Annika er lættað, og beiggjarnir eru takksamir fyri, at teir enn eru á foldum. Egil, sum arbeiðir í Suðuramerika, missir pass, samleikaprógv og pengar. Hendingin verður meldað, men brotsmenninir verða aldrin funnir. Lagnan vil tað soleiðis, at hetta ikki er einasta hendingin, ið er við at taka lívið av Anniku og brøðrunum í Suðuramerika á hesi ferðini.

Les eisini: - Okkara diva 75 ár

Forleikur
Seinastu 71 árini hava verið knortlut, um mann hyggur at tí kumpassi, sum Annika Hoydal hevur fylgt – fylt við dramatikki og óvæntaðum hendingum. Hon hevur verið sjónleikari í egnum leikhúsi – ein drama queen, sum mann eisini kann taka til, uttan tað skal skiljast negativt. Tí dramatikkur gevur eisini eina kenslu av intensiteti og spenningi. Mann livir, og stundum er mann á gáttini til deyðan. Júst á hesi gáttini hevur Annika staðið fleiri ferðir.

Hóast fleiri ógvusligar hendingar og forðingar hava ávirkað 71 ára langa lívið hjá Anniku og sent hana út á eina aðra lívsleið enn ta, sum samfelagsnormarnir ásettu, hevur hon altíð funnið ein veg, so hon er komin á mál. Tí soleiðis er Annika – hon vil dagin í morgin, og soleiðis hevur tað altíð verið. Hesin sermerkti viljin, ágrýtnið, trongdin at ganga egnar leiðir og hugurin at liva, sæst longu í barndómsárunum í Havn.


Hvítu spøkilsini
Barnaárini í Føroyum bera brá av, at familjan Hoydal ofta flytir bústað. Eitt tíðarskeið búgva tey í Klaksvík, men tá ið Annika er fimm ára gomul, flyta tey inn í hús á Hálsi, sum tá lá uttan fyri Havnina. Hetta er í 1950, og húsini liggja avsíðis frá býarlívinum. Fyri Anniku kennist Havnin eins stór og New York, og hon ber ótta fyri myrku plantasjuni, tá hon fer til gongu í skúla. Tað er eisini um hetta mundið, at hon fer at ganga í skúla hjá nonnunum. Eitt tíðarskeið, sum Annika setur í samband við ræðslu og ótryggleika.

Hon ímyndar sær, at nonnurnar eru hvít spøkilsi, sum koma sveimandi eftir gongini. Hon ræðist tær sum pestin

Í tímunum situr hon og eygleiðir nonnurnar, sum eru í longum hvítum kjólum og bera hvítt slør, sum er eitt tekin um, at nonnan er ein sokallað novisa og tí ikki endaliga vígd við Guði. Innanfyri slørið fjalir seg ein hárleysur skalli, tí nonnurnar raka alt hárið av – óivað, tí hár er eitt tekin um verðsligheit og kvinnuprýði.

– Guð viti, um tær yvirhøvur hava bein, hugsar Annika, tá ið hon eygleiðir nonnurnar í síðu kjólunum.

Hon ímyndar sær, at nonnurnar eru hvít spøkilsi, sum koma sveimandi eftir gongini. Hon ræðist tær sum pestin.

Henni dámar ikki nonnurnar í tíðini á Nonnuskúlanum. Henni dámar ikki, tá ið tær sláa til tess at siga frá, hvør bestemmar, og henni dámar ikki, at útvald børn fáa Jesus klistraðan í bókina fyri góðan atburð. Tær gera mun á børnunum, og tað dámar lítlu Anniku ikki – hon tolir ikki órættvísi. Skal friður vera í stovuni, verður stóri gullringurin langaður niður í borðið.

– Eg eri gift við Guði, sigur nonnan, tá ið børnini spyrja, hví tær ganga við hesum gullringinum.

Kenslan av eini polariseraðari tilveru gerst sterkari, tá ið familjan flytir til Manta í Ekvador í 1953. Pápin, Karsten Hoydal, fær eitt starv sum tekniskur serfrøðingur í ST-felagsskapinum FAO í sambandi við eina fiskivinnuverkætlan. Eisini her er lívið knortlut.


Svørt spøkilsi
Tá ið familjan hevur fest búgv í Manta, verður Annika enn einaferð koyrd í katólskan nonnuskúla. Men hesar nonnurnar eru svartar, og er hetta, tí tær eru endaliga vígdar við Guði. Tað vóru tær føroysku eftir øllum at døma ikki. Men Annika vil ikki í nonnuskúla. Hon vil ikki ganga í skúla hjá svørtu spøkilsunum. Foreldrini taka tí avgerð um, at hon verður heimaskúlað hjá mammuni. Men hetta gongur illa. Hon vil heldur spæla við innføddu indiánarabørnini á strondini, hóast hetta ikki er vanligt. Í Ekvador leika hvít og litt ikki saman. Líka børn leika best, er hugburðurin millum manna – ikki í heiminum hjá lítlu, nettu og ljóshærdu gentuni. Hon leikar við tey, henni lystir. Júst orðingin ”tí líka børn tey leika best, tað vita fólk og flugur flest” er tikið burtur, tá ið Annika seinni syngur sangin ”Ein firvaldur í góðum lag” – tí líka børn leika ikki neyðugvís best.

– Ert tú greiður yvir, at dóttir tín spælir við tænastugentu mína, spyr ein av arbeiðsmonnunum hjá pápa Anniku, tá hann sær hana spæla við indiánarabørnini.

Arbeiðsmaðurin heldur pápan vera øran at loyva Anniku hetta.

– Ja, og tað skal hon framhaldandi gera, eru boðini frá pápanum.

Og soleiðis verður. Annika og beiggjarnir spæla við hini børnini á heitu strondini við Kyrrahavið – fátæk ella ei. Tey hugsa ikki, at pengar og húðarlitur býtir tey sundur, tí tey finna saman í spælinum. Í dag veit Annika, at foreldur hennara hava givið teimum gott í beinið, hvat ymiskleika viðvíkur.

Lívið í Manta er alt tað, Føroyar ikki eru – heitt veðurlag, katólskt og øgiliga kriminelt. Annika sær eisini ymiskt, ið minnir hana um heimlandið. Har eru fuglar, fiskar og hav. Men í Manta er oyði og berur sandur. Tá regntíðin kemur, og vøksturin loksins fær vætu, fer turra landslagið alt í einum at spretta við grønum bløðum og blómum í alskyns litum. Hyggur mann kring ein, sæst frumskógurin sum eitt grønt belti, sum sprettur, tá ið regndroparnir veita vætu. Eftir einum degi við oysandi regn kann allur regskógurin blóma. Ein øgiligur mótsetningur til kriminalitetin og fátækadømið, ið so rámandi eisini blómar.


Kriminalitetur, fátækadømi og órættvísi
Annika hoyrir okkurt. Tað er ljóðið frá einum barnaneva, ið verður langaður á hurðina. Mamma Anniku, Marie Louise, letur hurðina upp. Uttanfyri stendur ein 13 ára gamal drongur – Adolfo eitur hann. Hann er einsamallur, og á sponskum spyr hann, um tey hava tørv á einum tænastudrongi í húsinum. Men foreldrini eru ikki von at hava tænastufólk undir hond og eru tí ivingarsom.

Tá ið Karsten og Marie Louise gerast varug við, at bæði foreldrini eru deyð, og at Adolfo noyðist at syrgja fyri, at øll níggju systkin hansara hava tørv á mati, gerast foreldrini bleyt um hjartað og veita honum pláss í húskinum.

Skjótt varnast pápi Anniku, at Adolfo stjelur. Systkin hansara verða sædd í býnum í klæðunum hjá Anniku, og pápin gevur honum eisini eina ávaring. Hendir tað aftur, verður tað ikki góðtikið.

Ein dagin kemur løggan eftir honum. Fastur hansara hevur meldað hann til løgregluna, tí hann hevur stolið ein vasa. Fastur hansara – sokallaða familja hansara. Adolfo verður koyrdur í geglið, ið eftir øllum at døma fer illa við fangunum. Annika og beiggjarnir hitta hann, tá ið hann hevur sitið dómin. Adolfo er sundurbukaður við reim, og ryggur hansara er tiltaglaður av djúpum merkjum frá sløgunum. Annika gloymir ikki hesa sjónina – hetta er ein sjón, sum sigur frá sannleikanum um eitt samfelag, sum ikki loftar teimum veikastu - einum samfelag, har líka børn leika best.

Les eisini: - Okkara diva 75 ár


Á eggini
Tá ið Hoydalsfamiljan flytur heim aftur í 1956, hevur Annika ikki fingið skúlafrálæru í eitt nú støddfrøði í fleiri ár. Hetta ber við sær, at hon so at siga er talblind. Hon hevur trupult við at leggja tøl saman og halda skil á klokkuni. Akademiski vegurin er tískil ikki upplagda leiðin fyri ungu gentuna, sum nú hevur beina leið inn í tannárini.

Annika lýsir tannárini sum trupul. Satt at siga kennir hon ikki, at hon fær loyvi at vera tannáringur, tí hon gerst álvarsliga sjúk. Hon hevur kent pínu í búkinum leingi, men læknin tekur ikki orð hennara fyri fult.

Ein dagin er hon til fimleik. Meðan hon stendur og sveiggjar, dandar og strekkir limirnar, fær hon brádliga ógvusliga pínu í búkin. Pínan er so ræðulig, at tað er púra greitt, at her ruggar ikki rætt. Búkurin skal skerast upp, og Pauli Dahl sáli er hin einasti, ið kann leggja fólk undir skurð.

Arrini eru sjónlig, tá ið Annika seinni í lívinum trínur fram nakin í pikantum filmum og sjónleiki – men hon ber arrini, tí tey mynda hana

Annika hevur bráðan blindtarmsbruna, og hol er komið á tarmin. Seinni fær hon eisini búkholubruna, og støðan er so kritisk, at verður blindtarmurin ikki tikin stundisliga, kann hon fáa deyðiliga blóðeitran, tí tarmbakteriurnar koma í blóðið.

Hóast skurðviðgerðin gongur væl, fær hon eisini ein tilburð av tarmkasti, tá ið gøgnini vevja seg kring hvørt annað. Tað kann í ringasta føri enda við vevnaðardeyða, ið kann vera deyðiligt. Tískil verður hon opnað og seymað saman fleiri ferðir. Stundum er hon ávegis uppaftur, stundum er hon á eggini.

Sum seingjarliggjandi sjúklingur í longum tíðarskeiði, mennir hon kreativu evnini til handarbeiði. Hon seymar dukkur og klæðir, og hugurin at evna hevur hingið við síðani. Tað gevur henni frið, og hon trívist eisini væl í einsemi av tí sama.

Arrini frá mongu skurðviðgerðunum síggjast á holdi hennara – ein langur loddrættur skurður býtir búkin sundur, og ein minni skurður hómast, har blindtarmurin varð tikin. Arrini eru sjónlig, tá ið Annika seinni í lívinum trínur fram nakin í pikantum filmum og sjónleiki – men hon ber arrini, tí tey mynda hana. Hon lýsir tað sjálv, eins og er hon ein rullupylsa, ið verður seymað við hond – vakurt er tað ikki, men skurðurin heldur, og hon er livandi. Hon er takksom, og tað er ein strongur, sum fylgir henni alt lívið.


Ævintýrarin Annika
Sjúkan sleppur ikki Anniku so, tí tá ið hon byrjar í student í Hoydølum, noyðist hon at gevast vegna herviliga migrenu og kroniskan pannuholubruna. Beiggjarnir eru farnir niður at lesa, og tá ið Annika er komin fyri seg, fer hon aftaná og búsetur seg í Keypmannahavn. Hetta er í eini tíð, har eingin væntar, at ein kvinna skal nema sær útbúgving á hægri lesnaði, kvinnan drekkur ikki, og kvinnan hevur eittans endamálið – at ganga heima, eiga børn og halda hús og heim. Men ikki Annika. Hon hevur aðrar ætlanir.

– Fanin nei, eg vil standa á egnum beinum, hugsar hon og fer undir eitt tvey ára langt studentaskeið í Keypmannahavn.

Ikki dugir hon at súkkla í stórbýnum, hon ikki kennir, men hon vil vera líka væl fyri sum beiggjarnir, ið allir eru í ferð við at nema sær útbúgvingar á lærdum háskúlum. Hon fær eitt vaskiarbeiði á Ríkissjúkrahúsinum, har hon ofta hevur verið innløgd í sambandi við sjúku, og so ræður annars bara um at lesa, tí hon skal til próvtøku í fullum pensum í øllum lærugreinum. Tvey ár seinni stendur hon við prógv í hond – erpin og vaksin.

At skriva heim til foreldrini og biðja um pening, er hon ov ærukær til. Men henni leingist veruliga heim

Tá ið prógvið er lokið, er hon ikki greið yvir, hvat tað skal brúkast til. Ein dagin sær hon eina lýsing frá nýggja charterfelagnum Spies. Hon keypir eina ferð til Spania og fer ein túr suðureftir at hugna sær. Meðan hon situr undir sponsku sólini, fær hon eitt hugskot.

– Hví skal eg ganga í Keypmannahavn, tá eg ikki veit, hvat eg skal?

Hon fær eitt arbeiði sum tænari á einum gistingarhúsi í Spania. Hóast lønin ikki altíð kemur stundisliga og stundum als ikki kemur, fær slanka, fryntliga ljóshærda kvinnan við spíska andlitinum so mikið av drykkjupeningi, at hon fær tingini at hanga saman fíggjarliga. Tí at skriva heim til foreldrini og biðja um pening, er hon ov ærukær til. Men henni leingist veruliga heim.

Ein dagin gongur hon á gøtuni og hyggur upp:

Salinera Española, lesur hon á sponskum – sponsk saltsøla.

– Salt, fisk – FØROYAR, rennur henni til hugs.

Hon tekur kjansin og fer innar í saltsøluna. Hon verður væl móttikin, tá ið hon greiðir frá, at hon er føroyingur. Við einum sessi í einum fínum leðurstóli og einum glasi av konjakki í hondini, kann hon koma nærri málum – at finna eitt føroyskt skip, sum kann føra hana heim.

– Vit hava ongantíð áður sæð ein livandi føroying, siga sponsku menninir skemtandi.

– Hava tit nøkur skip, sum fara til Føroya í næstum, spyr hon.

Teir siga henni, at teir samskifta og hava handilsviðurskiftir við føroyskar bátar, men at teir ikki eru vísir í, um ein føroyskur bátur er á veg til Spania.

– Hava tit eitt yvirlit, spyr Annika og vónar, at hon kann finna fram til eitt føroyskt skip.

Teir finna fram eina tjúkka bók, sum Annika sleppur at blaða í.  

– Norðheiður, lesur hon í bókini.

– Hetta er sikkurt eitt nýtt línuskip, hugsar hon, tá hon sær navnið.

Hon ger avtalu við menninar í saltsøluni um, at teir skulu senda henni eitt telegramm, tá ið teir vita, nær og hvar Norðheiður leggur at.

Stutta tíð eftir kemur telegrammið. Norðheiður hevur leið móti Ibiza, og tískil skundar Annika sær at keypa eina flogbillett fyri tann peningin, hon eigur. Í taskuni hevur hon tvær vínfløskur og heklutoy – klæðir hennara eru stolin, so hon hevur einans ein niðurdeil og lítið av skiftiklæðum. Pengar hevur hon ongar, so tað er umráðandi, at hon finnur ein føroying, ið tímir at føra hana heim eftir eitt ár í Spania.

Í Ibiza finnur hon fram til, hvar Norðheiður skal leggja at. Undrast tú á, at tú aldrin hevur hoyrt um eitt línuskip, ið kallast Norðheiður? So gert tú við hetta við røttum, tí tá ið skiparin trínur innar, sær hann ikki út sum ein føroyskur skipari á einum línuskipi – hesin er í klædningi við gullknappum og kasketti.

– Guten Tag, sigur hann við Anniku.

Tá varnast hon, at skipið als ikki eitur Norðheiður, tað eitur Nordheidi og er eitt týskt skip. Nú eru góð ráð dýr, tí Annika hevur ikki eitt oyra, og tann einasta ognin, ið hevur virði, eru tær tvær vínfløskurnar, hon hevur í taskuni.

Hon roynir at tosa við skiparin og greiða honum frá støðuni. Hann er skeptiskur. Eftir, hann hevur hugsað seg um, sigur hann:

– Okay! Kom so við okkum.

Ferðin til Føroya við Nordheidi er eitt ævintýr fyri unga havnarkvinnuna. Hon sær miðeystur og heimin úr øðrum sjónarhorni. Hon lærir manningina at dansa, og hon letur seg í niðurdeilin hvørt kvøld, tá etið verður. Etikettin skal vera í lagi, siga teir.

– Mahlzeit – matur, rópa teir fyri at signalera, at nú stendur maturin á borðinum.

Eftir nakrar vikur til sjós, leggur Nordheidi loksins at við Bacalao í Havn. Annika hevur ikki sæð foreldur síni í langa tíð, og hon roynir at bera eygað við tey á bryggjuni.

– Hvar eru mamma og pápi, rópar hon, tá ið hon sær beiggja sín, sum er komin at hitta hana saman við konu síni.

– Tey sita í geglinum í Kina, svarar hann.

Foreldrini, sum eru farin til Kina, ið annars hevur verið læstur heimur fyri umheiminum, sita bert í geglinum í ein dag, áðrenn tey aftur kunnu trína á kinesiska jørð. Men Annika sjálv kann síggja fram til enn eitt tíðarskeið í avbyrgdum umhvørvi– á sjúkrahúsinum.

Les eisini: - Okkara diva 75 ár


Aftur á eggini
Tað er ein sunnudag í 1968, at ferðsluóhappið hendir. Annika er flutt niður aftur fyri at lesa spanskt, og hendan dagin er hon farin til Jyllands at vitja beiggja sín, Egil, sum lesur til lærara har. Saman við konuni, Ullu, eru tey farin sunnudagstúr. Annika hevur ongantíð áður verið í Jyllandi.

Nakkin hevur fingið dyggan smeit. Smeiturin er so álvarsamur, at nakkin er brotin, og hon hevur verið fáar sentimetrar frá at missa førleikarnar

Brádliga kemur ein størri bilur koyrandi aftan fyri tey. Hann koyrir beint í reyvina á bilinum.

Clash, ljóðar tað, tá bilarnir stoyta saman. Annika vísir, hvussu ógvusligur stoyturin var, við at lata hendurnar bresta saman.

Síðani missir hon vitið, men henni er fortalt, at tá ið fólk kemur á staðið, verður hon tikin úr bilinum og løgd á vegin, hóast hetta ikki er rætta mannagongdin.

Annika bløðir ikki, og tí halda læknarnir í fyrstu syftu, at væl er sloppið, men tað vísir seg, at nakkin hevur fingið dyggan smeit. Smeiturin er so álvarsamur, at nakkin er brotin, og hon hevur verið fáar sentimetrar frá at missa førleikarnar.

Vitið kemur aftur, tá ið hon vaknar á sjúkrahúsinum í Tønder í Suðurjyllandi, har ambulansan hevur stytstu leið. Tvær sjúkrasystrrar eru í ferð við at vaska Anniku.

– Hvad fanden laver I, spyr hon. Hon er ikki heilt greið yvir, hvat er hent.

Skaðin er so umfatandi, at hon verður seingjarliggjandi í Tønder í níggju vikur.

Ein dagin fær hon eitt bræv, meðan hon liggur í songini. Tað er frá beiggjanum Kjartani, sum spyr hana, um hon hevur hug at vera partur av leikinum ”Færinger Frænder”. Tvey ár frammanundan hevur Annika tikið lut í studentakabarettunum saman við eitt nú Kjartani, Jógvani Dahl, Hermani Jacobsen og Gunnari. Í kabarettini hevur hon leiklut sum sangari og leikari, og saman hava tey givið út tvær kabarettplátur ”Úr kabarettini” og ”Nýtt og grovt gamalt”, har eitt nú sangirnir Lisa, Dimma, Alment Starv og 15 hava fingið sítt pláss. Nú fær Annika eina kenslu av, at hetta dugir hon – á pallinum kennir hon seg heima. Í Blaðnum Fjølnir, sum MFS gevur út í 1967, skrivar Jóannes Dalsgarð soleiðis um avrik hennara:

“Stóran part av kabarettini eigur Annika Hoydal. Hon er ein av bestu leikarum okkara, og var í ár væl betri enn í fjør. Hetta man ivaleyst standast av, at hon í ár í leiki sínum gjørdi væl minni av enn hon plagar.”

Tað er serliga Gunnar, sum koyrir undir, at limirnir í studentakabarettini seinni manna Harkaliðið, og síðani hava systkini havt eitt lívlangt samstarv – Gunnar yrkir, hon ger løgini.

Annika kennir tár renna niður eftir kjálkanum, tá ið hon lesur brævið frá Kjartani. Vanliga grætur hon ikki, men júst nú kennir hon á sær, at hon brennandi ynskir at vera ein partur av leikinum. Hon spyr læknan, um hon kann fáa song á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn, tí har hevur hon verið innløgd áður. Á hendan hátt kann hon vera nærri verkætlanini. Læknin váttar, og stutta tíð eftir verður hon koyrd liggjandi við sjúkraflutningi úr Tønder til Keypmannahavnar. Hon er blivin øgiliga rak og veik eftir drúgvu sjúkraleguna. Hon bæði kemur og fer úr Tønder í ambulansu. Býin sær hon einki til, men á fyrsta sinni í langa tíð hevur hon nakað at gleðast um.


Listarliga kallið
Stríðskvinnan kemur seg frá nakkabrotinum, og í 1968 verður leikurin ”Færinger frænder” framførdur á Fiolteatret. Lukkutíð fyri Anniku er leikurin seinkaður, og tí megnar hon at gerast so mikið sterk, at hon fær framført. Annika verður tískil ein partur av leikinum, sum fær sera góð ummæli.

Ein teirra, ið ber eygað við hesa ungu kvinnuna, sum bæði dugir at syngja og spæla sjónleik, er navnframi stjórin á Fiolteatrinum, Arne Skovhus. Hann viðmælir Anniku at royna eydnuna sum sjónleikari og at fara til upptøkuroynd á nýggja sjónleikaraskúlanum, Statens Teaterskole, í Keypmannahavn. Orð hansara fáa stóran týdning fyri Anniku, tí hon ger eftir boðum, og í 1970 fær hon bjóðað pláss á Statens Teaterskole.

Næstu trý árini lesur Annika sjónleik saman við dugnaligastu sjónleikarunum í danska kongaríkinum. Um hetta mundið hittir Annika eisini fyrsta mann sín, Ian McCalman, sum er skotskur fólkatónleikari. Hon hittir hann í Tivoli í Keypmannahavn, og har rennur saman. Saman geva tey út vísutónleik, og tað er í stóran mun við honum, at Annika mennir sítt vísukenda ljóð. Í Iani sær hon ein persón, ið, eins og hon, er øðrvísi enn danir og keypmannahavnarar. Hann minnir hana um tað heimkæra og kenda. Tey verða gift, og Annika flytur til Skotlands eftir loknan lesnað.

Men Annika trívist ikki í Skotlandi. Hon flytur til eina aðra mentan, sum er konservativari enn listarliga og frígjørda umhvørvið í Keypmannahavn. Kvinnan, sum nú hevur givið fleiri plátur út við bæði studentakabarettini og Harkaliðinum, og sum dámar væl at provokera, fær brádliga ein annan leiklut. Í Skotlandi er vanligt, at kvinnan gongur við hús og ikki arbeiðir. Men ein kann ikki taka kreativitetin úr Anniku Hoydal, tað riggar bara ikki.

Hóast Annika og Ian geva út plátu við barnasangum, sum verður eitt stórt hitt í Føroyum, hóskar afturhaldssinnaða mentanin í Skotlandi ikki til Anniku. Tey eru ov ymisk, og hon hevur ment seg til eina kvinnu við markantum hugburðum. Júst hesi viðurskifti hevur Annika gloymt í hjúnalíkningini – hon er ikki tann, hon einaferð var. Tey fáa eingi børn, tí tíðin er aldrin hin rætta. Ein hjúnaskilnaður kemur í lag, og hon flytur aftur til Keypmannahavnar. Tá ger hon av, at íbúðin á Admiralgade mitt í Keypmannahavn skal verða hennara heim.


At finna sítt pláss
Veggirnir eru ljósareyðir, prýddir við myndum. Ljósið skínur veikt inn á kamarið, og mitt í myndini situr Annika Hoydal ella Suzanne, sum hon kallast í hesum førum. Í høgru hond liggur ein saksur, og millum høvdið og økslina situr ein hvít telefon. Suzanne tosar í telefon.

– Hvis en mand er erotisk, så er han er tyr, og det elsker vi alle. Men hvis en kvinde er nymfoman, så skal hun have en diagnose, en journal og skal til en psykiater, sigur Suzanne, meðan hon snøggar um kynshárini við stóra saksinum, eins og var tað eitt hitt mest natúrliga at gera.

Brotið er úr filminum, ”Violer er blå”, sum er ein av pikantu leiklutunum, Annika spælir í 1970’unum. Í 70’unum verður hon ofta brúkt til leiklutir, har hon skal vera nakin – sum í hesum filminum. Men sjálv skilir Annika ikki, at umheimurin hevur eina fatan av, at hon skal vera serliga væl egnað til júst slíkar leiklutir.

Tá ið Annika lesur leikritið til filmin í klædnarúminum, sigur hon:

– Á, hetta var ein fitt scena.

– Hvussu tá, sigur ein kvinna, sum stendur undir liðini á henni.

– Júmen – ljósið skínur vakur inn á kamarið, ein ketta gongur í rúminum, og eg snøggi pelsin. Suzanne sidder og klipper sin mis. Tað er fitt, sigur Annika sannførd og peikar í leikritið.

Sum árini ganga, gerst Annika greið yvir, at tað er í tónleikinum, hon hevur sítt pláss

Kvinnan fer at grína og greiður frá, at í hesum førum er í øllum førum ikki talan um eina kettu, tí á donskum sipar ein ”mis” til kynshárini á eini kvinnu. Hóast nógv hava lyndi at sammeta Anniku við teir leiklutir, hon hevur havt, er tað ikki so. Suzanne er ikki Annika – Suzanne er ein leiklutur, og Annika er Annika.

Sum árini ganga, gerst Annika greið yvir, at tað er í tónleikinum, hon hevur sítt pláss. Tískil gerast provokativu og pikantu innspørkini færri frá henni sum hon eldist, og hon gerst etableraður tónleikari í Norðurlondum. Hóast kvinnur flestar eru ”out”, tá ið 40’ini og aldursexisman kemur inn í leikin, hevur Annika megnað tað øðrvísi. Seinnu árini hevur hon havt arbeiði javnan, og seinasta útgávan frá hennara hond verður givin út í 2015. Útgávan Endurljós snýr seg um alt tað, tú hevur lisið um her – um lív hennara. Tí hon hevur – óivað meira enn tey flestu – livað lívið.


Í leysari luft
Eg byrjaði søguna um Anniku og buldrasliga lív hennara við at siga frá ógvusligu hendingini í Manta í Ekvador. Tá ið Annika og brøðurnir vórðu rænd á strondini í Kyrrahavinum. Men søgan endar ikki her.

Flogfarið er farið framvið Andesfjøllunum, tá trýstið brádliga fellur, og flogfarið dettur niður. Alt ristist, og ferðafólkini vita, at hetta er álvarsamt

Tá ið systkini flúgva heimaftur dagin eftir ránið, hendir aftur nakað ógvusligt. Tey sita umborð á Pan American Airways, og flogternurnar hava júst handað teimum bakkar við mati. Flogfarið er farið framvið Andesfjøllunum, tá trýstið brádliga fellur, og flogfarið dettur niður. Alt ristist, og ferðafólkini vita, at hetta er álvarsamt. Í hesi løtu veit Annika ikki, at flogskipararnir báðir eru svímaðir, tí lufttrýstið í cockpittinum er fallið.

Flogfarið dettur nú úr 10.000 metra hædd niður í 1.200 metra hædd. Var hetta hent fáar minuttir fyrr, sat Annika ikki her í dag.

– Lurtið eftir mær. Setið bakkarnar niður, sigur flogternan avgjørd.

Annika hyggur kring seg, og øll ferðafólkini taka um síðumannin. Tey savnast í flokkum, eins og neytini á fløtuni – tvey og tvey. Lívið fer framvið í høvdinum hesa løtuna – hon hugsar um barndómin í Suðuramerika, um lívsleiðina, sum bleiv knortlut, men sum kortini hevur verið, sum hon ynskti.

– Eg havi livað lívið, sum eg vildi, hugsar hon, tá ið hon fyrireikar seg til deyðan.

– Gott, at Kjartan ikki er her, tí so er onkur eftir, tá vit eru farin, rennur henni til hugs.

Men til alla lukku eydnast at fáa skil á lufttrýstinum, og flogfarið kemur aftur upp í hæddina. Tað er ikki her, at deyðin skilir Hoydalssystkini, tí Annika, Egil og Gunnar eru her enn. 

Men fyri nøkrum árum síðani gerst Kjartan álvarsliga sjúkur, og kanningar vísa, at prostatakrabbin hevur spjatt seg til beinagrindina. Eins og pápin, Karsten, sum eisini doyði av krabbameini, fer Kjartan Hoydal um sýn 2. mai 2016. Fýrkleyvarin á Hálsi er nú vorðin tríkleyvari.

Annika saknar bæði beiggjan og pápan, sum báðir hava havt stóran týdning fyri, at hon gjørdist tann kvinnan, hon er í dag. Hon lítur aftur á ta tíðina og smírist, tá hun hugsar um, hvussu tey øll sótu og yrktu og skrivaðu tónleik, sum á mangan hátt hevur kollvelt føroyska tónleikaheimin.

Hóast hon likamliga er ávirkað av tí, sum lívið hevur bjóðað henni, ynskir hon ikki, at tað bleiv øðrvísi. Mjødnin er skift, tí ferðsluóhappið hevur oyðilagt liðirnar og knøini, og hon noyðist at gera kropsvenjingar – eitt nú pilates – til tess at sleppa undan, at læknarnir aftur noyðast at skera í kroppin.

– Nú er nokk skorið. Eg hati knívar, sigur hon.

Men Annika vil framvegis dagin í morgin eins nógv, og hon gjørdi fyri 60 árum síðani. Tað er tað, sum ger hana til Anniku – persónin og menniskjað Anniku.

Les eisini: - Okkara diva 75 ár