Í dag hevði Svimjisamband Føroya aðalfund á Hotel Hafnia. Á skránni var millum annað nevndarval. Formaðurin Rókur í Jákupsstovu og Sabina Poulsen vórðu afturvald.
Dann Hjelm takkaði fyri seg sum nevndarlimur, og Annika Olsen varð vald í handara stað.
Annika Olsen skrivar soleiðis á fb vanga sínum í kvøld:
Svimjing hevur verið ein stórur og týðandi partur av minum livi. Tað er i svimjingini eg havi fingið tann besta lærdómin i lívinum, at aldrin at geva upp hóast tað rekur imóti, viljan at halda áfram tá tað sær daprast út, gleðina tá tad eydnast at røkka settu málum og ikki minst tey bestu vinabondini, sum vara alt livið. Eg svam á landsliðnum i svimjing frá fyrstu oyggjaleikunum i Føroyum i 1989 til beint áðrenn oyggjaleikirnar á I 1995. Eg havi nógv at takka føroyskari svimjing og Svimjisambandinum og vóni eg, at eg kann geva føroyskari svimjing nakað afturfyri tað eg havi fingið. I dag varð eg skotin upp til nevndarlim i Svimjisambandinum og var tað einmælt atkvøtt at velja meg sum lim i SSF. Eg eri bæði eyðmjúk og takksom fyri álitið, og vil eg gera mitt til at lyfta føroyska svimjing fram á leið saman við nevndini, bæði tá tað kemur til breidd og úrval. Tað eru spennandi tíðir fyri framman, nú langhylur verður bygdur i Havn og nýggjur 25 m hylur i Runavík. Við vón um gott samstarv føroyskari svimjing at frama, skrivar Annika Olsen løgtingslimur og fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.