Annie í Hjøllum 25 ára starvsdag

Í gjár varð Annie í Hjøllum heiðrað á kommunuskrivstovuni fyri at hava verið í starvi hjá Nes kommunu í 25 ár

Sigurjón Einarsson
2. desember 2021 kl. 07:50

Annie í Hjøllum varð sett í starv sum dagrøktari í Nes kommunu í 1995. Annie var dagrøktari í tíggju ár. Eftir ein steðg í nakrar mánaðir varð Annie í Hjøllum sett í starv sum vaskifólk í svimjihøllini í Tofta skúla í 2006.

Trúliga og við nærlagni hevur Annie í Hjøllum møtt upp seint á kvøldi at vaska svimjihøllina øll árini, so høllin er rein og nosslig hjá skúlanum morgunin eftir, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu takkaði borgarstjórin henni fyri vælaverk, trúgva og drúgva tænastu.

Borgarstjórin, Súni í Hjøllum, handaði síðani málning og blómur og ynskti Annie í Hjøllum framhaldandi blíðan byr.

Jógvan Martin Olsen hevur málað málningin.

Kelda: Nes kommuna