Fríggjadagin 6. desember varð skipað fyri tiltaki á bókasavninum á Glasi, har vinnararnir av stuttsøgukappingini 2024 vórðu avdúkaðir. Anni Helena Lamhauge úr 22x (til høgru í myndini omanfyri) átti bestu og triðbestu stuttsøguna, meðan Eyðbjørg Klementsen (til vinstru á myndini omanfyri) úr 22g átti næstbestu stuttsøguna.
Undirtøkan fyri stuttsøgukappingini hevur verið sera góð øll árini, hon hevur verið, og í ár komu 54 stuttsøgur inn. Á tiltakinum avdúkaði Una Joensen, rektari, vinnararnar og handaði teimum vinningarnar. Tvær av vinnarasøgunum vórðu lisnar upp á tiltakinum.
Í dómsnevndini sótu Marianna Hoydal, Paula Gaard, Sámal Soll, Margreta Knudsen og Signa Joensen, og tey høvdu hesa grundgeving fyri val av vinnarum.
Nr. 3. Uppiborið. Anni Helena Lamhauge
“Uppiborið” er ein heilskapað stuttsøga við einum greiðum bygnaði. Søgan byrjar í náttarlívinum, har vit hitta tann ófólkaliga, strævna og ódámliga kundan, ið heldur seg vera betri enn unga starvsfólkið hinumegin diskin. Ein søga, sum fleiri teirra, ið arbeiða á matstovum og líknandi, kunnu kenna seg aftur í – og kortini verður lesarin dyggiliga tikin á bóli, tá tað verður avdúkað, at alt ikki er, sum væntað.
Nr. 2. Makkur. Eyðbjørg Klementsen
Makkur er ein væl bygd og óhugnalig søga um eitt einsamalt menniskja, sum helst vil vera í friði. Hon krógvar seg fyri øðrum, men hví ger hon tað? Søgan tekur eina óvæntaða vend, og hon avdúkar júst nóg mikið til bæði at ørkymla og skelka lesaran. Vit kenna okkum heima í fyrsta parti av søguni, har lýsingar av skúlaumhvørvinum eru sterkar og realistiskar. Men brádliga trokar okkurt annað seg inn í frásøgnina, og vit missa fótafestið. Gjøgnum smáar dropar av informatión verður ein fortíð avdúkað, sum vendir øllum á høvdið.
Nr. 1 Stigin. Anni Helena Lamhauge
Hvat er list? Og hvat kann hon gera við menniskju? Tað eru spurningar, sum á øðrvísi og ikki sørt ironiskan hátt verða settir í hesi herligu søgu, har ein deiliga ósjálvhátíðarligur eg-persónur hevur orðið og ber tað innara sjónarhornið. Søgan er skrivað við lættleika og við einari elegantari snaring uttan at pensla nakað út fyri lesaranum. Heitið skapar hugasambond til samfelagsstigan, til himmalstigan og ikki minst til leiðina hjá einum menniskja inn til eitt annað. Við snildum frásøgustíli letur ein lítil løta í serligum umstøðum upp fyri ymiskum søgum um menniskjalagnur og birtir møguleikar fyri innliving, sannkenningum og týdningarmiklum avgerðum. Hugskotið er gott, og tað er serstakliga væl serverað.
Stuttsøgukappingin er vorðin eitt afturvendandi tiltak, og hetta er áttanda ferð, at Glasir hevur skipað fyri kappingini. Fyrstu ferð var í 2017, og tá komu vinnarasøgurnar, umframt nakrar aðrar, út í savninum Kamparænarin og 15 aðrar søgur. Í september í 2020 kom savnið Fjølmánar við 16 útvaldum stuttsøgum frá teimum trimum árunum frammanundan. Í 2022 kom so triðja stuttsøgusavnið Ikki í dag við 17 útvaldum søgum.