Dagurin í gjár var ein stór success og áhoyrarnir hava ein fjølbroyttan og spennandi dag at síggja fram til.
Fyri løtu síðani var tekno joga á sandinum og nú klokkan 13 verður filmurin "Seinasta paradís á jørð" sýndur í Fjósinum.
Tónleikaskráðin byrjar klokkan 17 tá Lyon Hansen framførir á Spæliplássinum. Annars spæla m.a Emiliana Torrini, Eivør og Lewis Fitzgerald í dag.
Veðrið sær framvegis gott út og hitapottarnir eru fyltir við glaðum festivalgestum.