Seinasti dysturin í fyrsta umfari í bólkaspælinum í EM í Týsklandi var leiktur í gjárkvøldið, tá Portugal í yvirtíðini skoraði sigursmálið til 2-1 ímóti Kekkia.
Í dag verður so farið í holt við annað umfar. Fyrsti dysturin byrjar klokkan 14, tá Kroatia og Albania bresta saman í bólki B. Bæði liðini taptu í fyrsta dystinum ímóti favorittunum í bólkinum, Spania og Italia. Lagt er tí upp til eina spennandi uppgerð, sum bæði liðini hava tørv á at vinna.
Klokkan 17 møtast vertirnir úr Týsklandi og Ungarn í bólki A. Týskland vann stórsigur á Skotlandi í fyrsta dystinum, meðan Ungarn tapti ímóti Sveis. Trýstið er tískil á Ungarn. Tapir Ungarn dystin, verður ógvuliga trupult at koma víðari úr bólkaspælinum.
Seinasti dysturin í dag byrjar klokkan 20 í kvøld. Tá møtast Skotland og Sveis, eisini í bólki A. Trýstið er á Skotlandi, sum í fyrsta dystinum legði rygg til 1-5 tap ímóti Týsklandi, sum er higartil størsta tapið í kappingini. Vánaligi málmunurin hjá skotum ger, at teir neyvan hava ráð at tapa dystin í kvøld, um teir skulu spæla seg víðari.